Maria á Dul, Jóhan J. Lamhauge, løgfrøðingur, og Miriam Haraldsen, løggyldur granskoðari, manna nevndina, sum skal viðgera koyripengarnar hjá landsstýrisfólkunum. Men tey halda kortini tætt at kroppinum og ynskja ikki at greiða frá teirra arbeiði enn.
Nevndin skipar seg sjálv og Maria á Dul er vald forkvinna. Hon upplýsir, at tey hava eina reglugerð at halda seg til, umframt at tað eisini fyriliggja tvey tilmæli frá undanfarnum nevndum, sum tey eisini hyggja eftir, áðrenn tey fara at skriva teirra álit.
Maria sigur eisini, at tey ikki kenna nakað til, at teirra tilmæli skal verða klárt til heystar.
- Vit arbeiða sjálvandi so skjótt sum gjørligt, men skulu annars ikki verða liðug fyrr enn til ólavsøku næsta ár, sigur hon.