ÍF og HB spæla í kvøld

Fyrsti dysturin í fimta umfari verður í Fuglafirði í kvøld, og so verða hinir fýra dystirnir allir spældir í morgin

Skjótt gongur tíðin, tí tá dystirnir í Vodafone-kappingini eru spældir um vikuskiftið, er fyrsti triðingur av landskappingini longu komin í helvt. Fyrsti dysturin í hesum fimta umfarin verður spældur í Fugla­firði í kvøld klokkan 18.30, tá ÍF tekur ímóti HB. Serliga ÍF man fara at leggja nógv fyri, tí fýra av 12 møgu­ligum stigum er ov lítið, men neyvan eru teir í HB heldur nøgdir við síni sjey stig, so her kann helst alt henda.
B71 er einasta liðið, ið enn einki stig hevur fingið, og talan hevur tvær ferðir verið um tennisúrslit. Nú skulu sandoyingar aðru ferð á rað taka ímóti á sínum nýggja gras­líkisvølli, har gestirnir verða B68, sum bara hevur fingið eitt stig. Við øðrum orðum er hetta botn­upp­gerðin hesa ferð.
Hinvegin er toppdysturin uttan iva tann í Gundadali, sum er millum B36 og EB/Streym. Serliga gestirnir úr EB/Streymi hava havt sera góðan vind í seglunum, men B36 hevur eisini staðið seg munandi betur enn undanfarin ár, tá úrslitini ikki hava verið nøktandi.
Bara eitt lið er framman fyri sundalagsmenn, og tað eru upp­flyt­ararnir úr KÍ, sum hava lagt til brots við fullari ferð. Hesa ferð tekur KÍ ímóti NSÍ, sum eisini hevur havt toluliga byrjan við torførari mót­støðu.
At enda spælir Víkingur á heima­vølli ímóti 07 Vestur. Víkingur er eitt av liðunum, ið liggur beint aftan fyri trý tey fremstu, og ta støðuna vilja gøtumenn og leirvíkingar neyvan spæla sær av við, hóast fleiri munnu vera á einum máli um, at 07 Vestur hevur víst meira, enn einsa­malla stigið kundi bent á.