Nú er fínteljingin loksins liðug, og hon vísti, at nøkur valevni fingu nakrar atkvøður afturat- men tað boytir ikki støðuna.
Serliga spennandi var tað hjá Framsókn, har Poul Michelsen bara hevði eina atkvøðu meiri enn Ruth Vang, men í fínteljingini styyrki Poul Michelsen um sína støðu
Úrslitið av fínteljingini er tað sama sum valkvøldið og tað merkir, at Løgtingið er mannað soleiðis
Fólkaflokkurin 8 løgtingslimir;
Beinir Johannesen
Jacob Vestergaard
Jørgen Niclasen
Jógvan á Lakjuni
Christian Andreasen
Jákup Mikkelsen
Uni Rasmussen
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Sambandsflokkurin 7 løgtingslimir;
Bárður á Steig Nielsen
Magnus Rasmussen
Helgi Abrahamsen
Kaj Leo Holm Johannesen
Frimodt Rasmussen
Rósa Samulesen
Johan Dahl
Javnaðarflokkurin 7 løgtingslimir;
Aksel V. Johannesen
Ingilín Didriksen Strøm
Henrik Old
Heðin Mortensen
Djóni Nolsøe Joensen
Jóhannis Joensen
Bjarni Hammer
Sjálvstýri 1 løgtingslim;
Kristin Michelsen
Tjóðveldi 6 løgtingslimir;
Høgni Hoydal
Sirið Stenberg
Bjørt Samuelsen
Kristina Háfoss
Beinta Løwe
Hervør Pálsdóttir
Framsókn 2 løgtingslimir;
Bjarni Kárason Petersen
Poul Michelsen
Miðflokkurin 2 løgtingslimir;
Jenis av Rana
Bill Justinussen
Fínteljingin vísti, at í Framsókn fekk Poul Michelsen seks atkvøður afturat, ella tilsamans 271 atkvøður. Ruth Vang fekk 1 atkvøðu afturat og fekk tí tilsamans 265 atkvøður.
Hjá Javnaðarflokkinum fekk Eyðgunn Samuelsen eina atkvøðu afturat og fekk tilsamans 269 atkvøður, meðan Bjarni Hammer fekk 271 atkvøður. Sostatt minkaði munurin millum tey bæði við einari atkvøðu.
Hjá Fólkaflokkinum fingu Annika Olsen og Brandur Sandoy sama atkvøðutal, 289 atkvøður. Annika Olsen fekk eina atkvøðu afturat meðan Brandur Sandoy fekk 2 atkvøður afturat. Løgtingsvalnevndin avgjørdi tí við lutakasti, at Annika Olsen er nummar 10 á listanum, meðan Brandur Sandoy er nummar 11.