Fínteljingin gjørd

Endaliga úrslitið av fólkatingsvalinum er nú greitt. Tað verða framvegis Lisbeth og Høgni, sum skulu niður á danating, men summum valstøðum hava nógvar atkvøður flutt seg úr einum bunka í annan

 

Val

Hin 20. november kundu tey mongu valevnini kanna eftir, hvussu nógvar atkvøður tey høvdu fingið í sín part. Síðani tá hava vit sæð takkarheilsur frá summum valevnum, og hetta tekur eisini so dýran til at takka teimum x mongu, sum valdu at seta krossin út fyri navnið á viðkomandi.

Sum altíð, tá ið val er á skránni, so er tað eisini ein fínteljing. Hetta seinasta fólkatingsvalið var heldur einki undantak. Tað verða framvegis Lisbeth L. Petersen og Høgni Hoydal, sum skulu taka sæti á danatingi, men onkur hevur fingið eitt sindur meira í sín part.

Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur 7.208 atkvøðum, og hetta er bæði met, men eisini 12 atkvøður fleiri enn sjálvt valkvøldið. Hetta við at fáa fleiri atkvøður er eisini nakað, sum er rættiliga vanlig á nýggja fíntalda listanum yvir atkvøðurnar hjá teimum ymisku. Tjóðveldisflokkurin fekk skavað 13 atkvøður fleiri saman, soleiðis at hetta gav eitt úrslit áljóðandi 6.578 atkvøður. Javnaðarflokkurin fekk 6.187, Fólkaflokkurin fekk 5.417, Miðflokkurin fekk 569 og Sjálvstýrisflokkurin endaði við at fáa 434, sum eisini var tað sama sum sjálvt valkvøldið.

Jóannnes kann fegnast um, at 3.689 føroyingar valdu at geva honum sín kross. Hetta er eisini eitt rættiliga stórt, og tað er bert Óli Breckman, sum hevur megnað at fingið fleiri atkvøður enn núverandi formaðurin í Javnaðarflokkinum. Óli Breckman fekk hesaferð 2.329 persónligar atkvøður. Sterki maðurin á Tjóðveldislistanum, Høgni Hoydal, tryggjaði sær eitt sæti á fólkatingi við 2.641 persónligum atkvøðum. 2.288 fullu í lut hjá Lisbeth L. Petersen.

Eftir at fínteljingin er gjørd vóru 26.393 fólk á vali til fólkatingsvali. 105 atkvøður vóru ógildugar.


Vanligt

Olaf á Stongunum, valstýrisformaður, sigur hetta vera púra vanligt, at onkrar atkvøður koma fyri.

-Orsøkirnar til, at fínteljingin vísir eitt eitt sindur øðrvísi úrslit enn úrslitið sjálvt valkvøldið kunnu vera so nógvar. Eitt nú eru fleiri atkvøður taldar við hesaferð, sum ivi var um fyrstu ferðina, sigur Olaf á Stongunum.

Eitt dømi var, har eitt valevni fær heili 20 atkvøður fleiri á einum valstaði, men hetta heldur Olaf á Stongunum ikki vera nakað løgið.

Olaf á Stongunum vísir á, at í Danmark endaði tað við, at okkurt nýtt fólk kom at sita í býráðið eftir fínteljingina, men støðan er ikki heilt so galin her.