- Vón mín er, at Sjálvstýrisflokkurin í tíðum, sum koma, fer at styrkja støðu sína í politisku skipanini við meira enn tí eina løgtingsumboðnum. Samanhald gevur styrki, og taka vit felags lógvatak, megna vit at lyfta tung tøk landi og fólki at gagni.
Tað skrivar Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, í fororðunum til minnisritið, sum flokkurin gav út í 2006. Tá vóru 100 ár liðin, síðani flokkurin fór at virka.
Sjálvstýrisflokkurin hevur styrkt sítt umboð í politisku skipanini. Kári P. Højgaard var einsamallur tingmaður eftir løgtingsvalið í fjør, men tá samgonga skuldi skipast í november, fall eisini ein landsstýrissessur flokkinum í lut.
Undirtøkan fyri sosialliberalu hugsjónini er kortini ikki stór. Í veljarakanningini, sum Sosialurin kunngjørdi í síðstu viku, rakk Sjálvstýrisflokkurin ikki upp um tinggáttina. Hóast formaðurin ikki óttast úrslitið, so veit hann, at tað verður torført at halda lív í flokkinum, um flokkurin ikki fær løgtingsumboð valt næstu ferð.
Á valinum í 1906 var framburðsrørslan, sum hevði verið merkt av spjaðing og klandri, endaliga sprongd. Mótstøðumenninir, sambandsmenninir, skipaðu seg í flokk, og sjálvstýrismenninir skipaðu seg eisini í flokk við egnari stevnuskrá í 1909, hóast átta sjálvstýrismenn av 12 vóru í løgtinginum í 1906.
Sjálvstýrisrørslan – ella tjóðskaparrøslan – hevur verið fyri stórari spjaðing síðani. Allir politiskir flokkar á tingi uttan Sambandsflokkurin virka nú í ávísan mun fyri størri sjálvstýri.
Sjálvstýrisflokkurin hevur seinastu 55 árini ikki megnað at sannført føroysku veljararnar um, at hansara kós er tann rætta. Síðani seinna heimsbardaga hevur tingmanningin verið millum eitt og trý fólk, hóast flokkurin hevur verið í nógvum samgongum.
Gongdin tykist ikki at venda – men tað skal hon. Tað vil Kári P. Højgaard, formaður, leggja alla orku í.
Sjálvstýrisflokkurin hevur í mong ár verið minsti flokkur á tingi, og í fleiri førum hevur tú einsamallur umboðað flokkin á tingi. Veljarakanningin í síðstu viku vísti, at flokkurin hevði ikki rokkið upp um tinggáttina um løgtingsval var nú. Hví er neyðugt at halda lív í flokkinum?
- Sjálvstýrisflokkurin hevur virknan lut sum mótstøðupartur hjá Sambandsflokkinum. Soleiðis hevur tað altíð verið. Flokkurin hevur verið oftast í samgongu og kann samstarva tvørtur um mørk. Sorgarsøgan er, at sjálvstýrisrørslan er syndrað við tíðini. Sambandsflokkurin er sloppin undan spjaðingini. Tað eru fimm ella seks flokkar í løgtinginum, sum hava sjálvstýri í sínum skjaldarmerki.
Men hví er neyðugt at hava Sjálvstýrisflokkin í føroyskum politikki?
- Vit eru tann pragmatiski flokkurin á miðjuni. Tað er gott at hava okkum í eini samgongu, tí Sjálvstýrisflokkurin er flokkurin, sum roynir semju á miðjuni, har sosialliberalur politikkur verður settur í hásæti. Sosialliberalisman ger upp við bæði sosialismuna og liberalismuna, og virkar fyri, at samfelagið byggir á privatan ognarrætt til framleiðslutólini og á fyritakssemi hins einstaka. Sosialliberalisman er ímóti, at tað almenna eigur og rekur framleiðslutólini, men er fyri eini almennari stýring fyri at tryggja sunnan fíggjarligan vøkstur og sosiala trygd. Sjálvstýrisflokkurin er meira hóvligur og vil flyta seg stig fyri stig fram móti størri sjálvstýri. Og tað vísir seg, at tað er tørvur á okkum, tá samgongur skulu skipast.
Laða tit ikki bara upp í gloppið, sum er, tá samgongur skulu skipast?
- Soleiðis kenni eg tað ikki. Ein flokkur, sum rennur undan ábyrgd og ikki vil hava ávirkan, er ikki ein politiskur flokkur. Vit eru ein virðiligur samstarvsflokkur.
Tað eru nú 106 ár síðani, at Sjálvstýrisflokkurin var stovnaður. Undirtøkan fyri flokkinum er við tíðini viknað munandi, og Sjálvstýrisflokkurin hevur í fleiri førum verið heimsins minsti politiski flokkur, tá tú hevur verið einsamallur tingmaður. Eru tað ikki bara nostalgiskar kenslur, sum halda lív í flokkinum?
- Eingin politiskur flokkur kann yvirliva av nostalgi. Trupulleikin er, at vit duga ikki nóg væl at marknaðarføra flokkin og tað, vit hava avrikað. Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki eina sterka rødd, tí vit eru fá. Tað er torført at varpa ljós á okkara avrik, tá hinir flokkarnir eru máttmiklari enn vit.
Hví hevur flokkur ikki havt størri undirtøku seinastu 10 árini?
- Orsøkin er kanska, at vit eru meira hóvlig í okkara framferð. Føroyingar, sum vilja hava størri sjálvstýri ella fullveldi, tykjast ikki hava tol, men vilja taka stór fet á fullveldisleið beinan vegin. Tað er ikki okkara sjónarmið, og vit fara ikki at víkja frá okkara sjónarmiðum. Okkara politisku lyfti eru heldur ikki gylt, men meira jarðbundin og ítøkilig. Ungdómsarbeiðið hjá flokkinum hevur heldur ikki verið nóg støðugt, og flokkurin hevur í ov lítlan mun sett nýggjar politikarar við. Hetta er ein av høvuðsavbjóðingunum. Politisku ungmannafeløgini fáa peningaligan stuðul til sítt virksemi, men limatalið í Unga Sjálvstýri lýkur ikki treytirnar fyri at fáa stuðul frá FUR. Tað skapar sjálvsagt ójavna í politiska ungdómsvirkseminum.
Um Sjálvstýrisflokkurin ikki røkkur upp um tinggáttina, tá løgtingsval verður aftur – hvar stendur flokkurin so?
- Eg hevði fegin viljað sagt, at hasin spurningurin er hypotetiskur, men tað er hann tíverri ikki. Tað sigur seg sjálvt, at tað verður sera trupult at koma afturíaftur, um Sjálvstýrisflokkurin ikki fær tingsess eftir næsta løgtingsval.
Rembingar hava verið í Sjálvstýrisflokkinum seinastu árini. Besta dømi er, at flokkurin hevur skift formann tvær ferðir seinastu tvey árini, og tað boðar ikki frá støðufesti. Hvussu hevur tú upplivað hesi árini?
- Framgongdin var stór, tá Sjálvstýrisflokkurin fekk tveir tingsessir á løgtingsvalinum í 2008. Kári á Rógvi hevði størstu undirtøkuna tá, og tað var upplagt, at hann tók við sum formaður, tá hann bjóðaði seg fram í 2010. Tað var eingin orsøk at skapa stríð um formanssessin. Slíkar rembingar, sum hava tikið seg upp, hava stóra ávirkan á ein lítlan flokk, men vit royna nú at finna fótafestið aftur.
Tú segði, tá Kári á Rógvi tók sum við formaður, at tú fór undir ongum umstøðum at sita sum formaður 60 ára gamal. Kennir tú teg noyddan at vera formaður í Sjálvstýrisflokkinum nú?
- Eg segði, tá eg fór frá sum formaður, at hetta var eftir øllum sólarmerkjum at døma mín seinasta røða sum formaður. Kári á Rógvi var ungur og ágrýtin og legði nógv fyri í royndini at vinna Sjálvstýrisflokkin fram. Tað er harmiligt, at tað ikki eydnaðist. Reglugerðin í Sjálvstýrisflokkinum sigur, at formaðurin skal finnast millum landsstýris- ella løgtingsumboð floksins. Eg var einsamallur tingmaður eftir løgtingsvalið í fjør, og tók sostatt við aftur sum formaður. Nei, eg kenni meg ikki noyddan. Vit, sum umboða flokkin nú, stríðast fyri hugsjónini og líta frameftir.
Sjálvstýrisflokkurin stóð seg ikki væl á løgtingsvalinum í fjør, tá flokkurin misti ein tingsess. Tú fór í samgongu við Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin fyri at fáa ávirkan á føroyskan politikk. Hvussu hevur hetta eydnast?
- Tað hevur eydnast í ávísan mun. Tað eru kortini málini um at tiðna ríkisveitingina, flatskattin og skatta pensjón við inngjald, sum hava sett sín sermerkta dám á samstarvið. Tað eru ikki mál, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur borgað fyri, og vit hava ikki verið so sjónlig, sum vit vildu. Tað er heldur eingin loyna, at tað ikki var Sjálvstýrisflokkurin, sum vildi hava hesar broytingar, men tað var eitt krav frá stóru samgonguflokkunum, um vit skuldu vera við. Vit renna ongantíð undan ávirkan, og eru fegin við til at taka nøkur politisk tøk. Tað er okkara skylda. Vit hava skrivað undir samgonguskjalið og eru trúgv móti samstarvinum, hóast tað eru partar av skjalinum, sum vit kundu hugsað okkum øðrvísi. Ein veikleiki hevur verið, at samgongulimur tváar sínar hendur í fjølmiðlunum og sigur, at flokkurin ikki tekur undir við politikkinum hjá síni samgongu. Vit hava onga trongd at marknaðarføra okkum sum mótstøðu hjá okkara egnu samgongu.
Henda samgongan hevur framt stórar politiskar broytingar seinastu mánaðirnar, og mótstøðan hevur verið stór. Tað líður Sjálvstýrisflokkurin undir nú, sambært veljarakanningini. Kann hetta samgongusamstarvið ikki verða eitt bakkast fyri flokkin?
- Tað kostar at sita við valdinum, og tað kostar at sita í andstøðu. Tað er okkara skylda at vera við, tá møguleiki er fyri tí, serliga tá flokkurin er so lítil. Sjálvstýrisflokkurin hevur ásannað, at vit máttu ”svølgja nakrar kamelar,” sum tað verður tikið til, fyri at kunna ávirka nøkur av málunum, vit brenna fyri. Tað fekk ikki verið øðrvísi.
Hvønn leiklut hava tit í hesum samgongusamstarvinum?
- Sjálvstýrisflokkurin hevur ábyrgd av innlendismálum, og tað er ein stór avbjóðing. Eg kann nevna nøkur mál, sum fylla ella hava fylt nógv:
Vegleiðandi fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging. Nýggj byggilóg er samtykt. Avtala fingin um oljuflutning til Skúvoy. Tríggjar oyggjar viðurkendar sum Ramsar-øki. Fremja avtaluna í samgonguskjalinum um at yvirtaka útlendingamál.
Umhvørvispolitikkurin er rúgvismikil. Málið er at minka okkara heimliga útlát av veðurlagsgassum við 20 prosentum í 2020, og tað má røkkast. Sjálvstýrisflokkurin verður heldur ikki róptur fíni-flokkur av ongum. Mentan, gransking og útbúgving hava hægstu raðfesting. Ein nýggj fiskivinnuskipan skal fáast í lag, tá vit fara frá verandi skipan í 2018 o.s.fr
Veljarakanningin vísti, at tit missa undirtøku. Hvussu syrgir tú fyri, at tað er ein sterkur Sjálvstýrisflokkur, ið hevur havt ávirkan, tá løgtingsval verður aftur?
- Tað er ein dári, sum ikki lurtar eftir veljarakanningum. Tað er kortini ómøguligt hjá okkum at laga okkara politikk eftir veljarakanningum, har tað ofta eru stór sveiggj í úrslitunum. Útlitini fyri at verða sjónlig á politiska leikpallinum skuldu verið betri, nú Sjálvstýrisflokkurin hevur umboðan í landsstýrinum, Jógvan Skorheim í løgtinginum og Kristionnu Winther Poulsen sum fyrsta varalim. Mangar truplar og illa umtóktar avgerðir skulu takast, sum krevja breiðan og sterkan politiskan rygg. Tað vil Sjálvstýrisflokkurin. Vit taka ábyrgd av landsins leiðslu. Flokkurin eigur trúgvar stuðlar kring landið, sum altíð eru til reiðar saman við valfeløgum, landsnevnd og Unga Sjálvstýri at rætta eina hjálpandi hond, t.d til løgtingsval. Stóru málini um ríkisveitingina, flatskattin og at skatta pensjón við inngjald, fáa ikki eins stóra umrøðu nú. Tað eru gott og væl trý ár til næsta val, og vit mugu nú syrgja fyri at vera meira sjónlig og vísa á okkara avrik. Eg ivist ikki í, at Sjálvstýrisflokkurin livir væl og røkkur einum góðum úrsliti, tá løgtingsval verður aftur.