Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, letur væl at umstøðunum, sum føroyska landsliðið hevur til dystin í kvøld.
- Umstøðurnar at venja eru góðar, og tað er ikki líkt til, at veðrið verður nakar trupulleiki. Hitin um dagin er um eini 25 stig, og tí kann roknast við, at talan verður um eini 15 hitastig, tá dysturin skal spælast. Og tað skuldi so ikki verið nakar trupulleiki hjá okkum, sigur hann.










