Í kæruni krevur danski sakførarin, Thorkild Høyer, at løgmálaráðið fær fatur á øllum skjølum í málinum, tí galdandi reglur ikki eru hildnar.
Millum annað vísir sakførarin á, at tey, ið bjóðaðu upp á festið við Fámara, ikki bjóðaðu undir somu treytum, og at eitt nú slapp ein av teimum at bjóða umvegis telefonina.
Sakførarin hjá Johan Dalsgaard nevnir fleiri ivaspurningar og manglar í viðgerðini, og nú fæst so at síggja, um tað fer at flyta nakað í málinum, at danska løgmálaráðið eisini hevur fingið tað á sítt borð.