Portalurin hevur tosað við íbúgvararnar í Fámará, nú tey eftir øllum at døma mugu blakast út úr Fámará við valdi. Vit hava spurt tey um, hví tey halda so klófast í Fámará, sum hevur verið heim teirra nú í trý ár - og fyri Rúna Jacobsen, í tvey ár.
-Fámaramálið snýr seg um annað og meira enn bara eitt festi, meira enn lógir og paragraffir, meira enn gomul barnaminnir og seyð, sigur Rakul Dalsgaard og leggur aftrat. -Fámaramálið hevur eisini eina aðra, meira álvarsama síðu. Tað snýr seg nevniliga eisini um menniskjalív - lívið hjá Rúna Jacobsen.
Í Juli 2011 flutti Rúni Jacobsen, sum er sálarsjúkur, til Fámara at búgva. Rúni hevði fram til tá búð ávikavist á psykiatrisku deild og á sambýlinum Sólteigur, sum er eitt heim fyri sálarsjúk, men valdi síðani at flyta til Fámara.
BJARGAÐUR ÚR SÁLARSJÚKUNI
Í einum brævi, sum Portalurin hevur fingið innlit í, sum m.a. er sent til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Almannamálum, sigur Rúni:
-Eg havi verið sálarsjúkur í nøkur og 20 ár. Eg eri nú 40 ár, og hvør løta í mínum lívi hevur verið spilt. Eg havi verið heimleysur og fátækur alla hesa tíð. Eg havi bara kunna sitið og bíðað eftir at sleppa vekk. Vekk frá hvørjum? Vekk frá Føroyum.
Rakul Dalsgaard sigur, at tá Rúni kom til Fámara, var hann illa fyri. Hann tordi ikki at hyggja uppá fólk, var ógvuliga stillur og smæðin. Hann helt seg sera nógv fyri seg sjálvan, og um fólk var á vitjan, so kom hann als ikki út. Hann svav allan dagin og sat uppi um náttina. Hann hevði høvuðpínu alla tíðina, var ógvuliga depressivur og tók fleiri sløg av medisini.
-Rúni hevur nú búð í Fámara í meira enn tvey ár, sigur Rakul Dalsgaard. -Í dag er hann sum eitt annað menniskja: Hann svevur um náttina og er uppi um dagin, har hann arbeiðir úti, tekur sær av djórunum og ger nyttu á garðinum. Hann er glaður, nøgdur og tekur initiativ. Tá ferðafólk koma til Fámara skundar hann sær út, tí hann elskar at fortelja teimum um garðin og djórini og vísa teimum oman á bergið. Frá at vera ein deprimeraður, einsamallur, apatiskur sjúklingur, er Rúni í dag ein lukkuligur, sosialur og øgiliga aktivur maður, sum hevur ynski og dreymar fyri framtíðina.
Rúni orðaði hetta sjálvur soleiðis, m.a. í Degi & Viku, tann 6. juni:
-Um morgunin tá man vaknar, so hugsar man: Hvat skal eg fara at fáa mær at eta. Fyrr hugsaði man bara: Hvat er lættasti máti at gera sjálvmorð uppá.
Rúni hevur funnið lívið í Fámara, sigur Rakul Dalsgaard. -Gerandisdagurin hjá honum hevur fingið meining, og hann er til nógva nyttu á garðinum. Hetta fær hann at kenna seg nógv meira verdan sum menniskja, sum hann hevur so nógv brúk fyri.
RÚNI SENT NEYÐARRÓP TIL MYNDUGLEIKARNAR
Rúni sigur í brævinum, sum er orðað sum eitt neyðarróp um, at onkur, sum situr við valdinum, blandar seg uppí málið og hjálpir teimum, so tey kunnu verða verandi í Fámara:
-Ein dagin kom Fámara. Hettar var nakað nýtt í Føroyum, skrivar Rúni Jacobsen. -Her fekk eg frið og pláss at liva, sum eitt vanligt menniskja eigur. Eg havi nógvar góðar útbúgvingar, eina øgiliga vitan um mangt og hvat, og eri sera kreativur, men áðrenn Fámara orkaði eg ikki at brúka hettar til nakað. Her vaknaði alt tað. Men longu nú, áðrenn vit verða tvungin at flyta, er alt tað burtur aftur og bert sjúkan er eftir.
Rúni Jacobsen, sum skilliga er stórur djóravinur, hevur seinastu tíðina verið fangaður í stríðnum um Fámara og livir nú hvønn dag í óvissuni um, hvat skal henda við honum, um so er, at ætlanirnar hjá Búnaðarstovuni verða gjøgnumførdar, og húskið noyðist av garðinum.
SINNISBATI: TØRVUR Á STAÐ SUM FÁMARA
Sinnisbati, sum er ein áhugafelagsskapur, hvørs endamál er at arbeiða fyri rættindum hjá sálarsjúkum, sendi í síðstu viku eina inniliga áheitan til Løgmann, Landsstýrið, Løgtingið og aðrar viðkomandi stovnar, og heitti á hesar um at blanda seg uppí og steðga gongdini í Fámaramálinum.
Sinnisbati skrivaði m.a. í síni áheitan: -Fólk, sum hava verið bundin av svárari sálarsjúku í áravís, nøkur næstan uppgivin í etableraðu viðgerðarskipan okkara, hava eftir eina tíð í Fámara komið seg munandi, og eru áleiðis tað, ein í fakmáli nevnir fyri heilt, ella partvíst recovery.
Sambært Sinnisbata løggildar ella legitimerar hetta Fámara, og átti avgerðin, sum longu nú er tikin av Búnaðarstovuni, um at steðga átakinum í Fámara, tí at verið endurskoðað.
Í brævinum frá Sinnisbata stendur víðari, at tørvur er á einum slíkum tilboði, sum Fámará kann bjóða, tí sum nú er, so velur Almannaverkið at senda fleiri ung og fólk við sálartrupulleikum av landinum til kostnaðarmikla viðgerð í Danmark.
-Verður ein leyslig kostnaðarmeting gjørd í mun til, hvat brúkarar, sum í dag halda til í Fámará, kosta Almannaverkinum annars, tosa vit um stovnspláss, sum fyri tann einstaka kosta frá kr. 3000,- og uppeftir, um samdøgrið.
Hetta skrivar nevndin í Sinnisbata í brævinum, sum m.a. er sent til Løgmann, Landsstýriskvinnuna í Almannamálum og stjóran á Almannaverkinum.
ONGANTÍÐ TIKIN Í ÁLVARA AV MYNDUGLEIKUM
Rakul Dalsgaard heldur, at Rúni er eitt livandi prógv um, at Føroyar hava brúk fyri einum frístað sum Fámara. -Hetta er eitt stað, har øll kunnu koma til rekreatión og rekonvalesens í styttri ella longri tíðarskeið, sigur hon.
Spurd um, hvat tey nú ætla sær at gera, sigur Rakul: -Vit eru ongantið rættiliga blivin hoyrd av myndugleikunum í Føroyum. Tað er, sum um tey bara lata oyruni aftur, líkamikið hvat vit hava sagt. Vit kunnu einans vóna, at tey vilja geva okkum ein tjans og lurta eftir okkum.
Húskið í Fámara heitir tí nú enn einaferð á politikarar um at seta seg ordiliga inn í málið og taka røttu støðuna. -Vit vilja fegin biða fakfólk og onnur, ið dagliga fáast við rakstur/leiðslu á økinum og varða av fólki sum Rúna - og sum skilja týdningin av einum slíkum tilboði, sum er lýst omanfyri - um at hjálpa okkum, so at vit kunnu verða verandi í Fámara og gera tað sum vit ynskja og duga, og sum vit vita, fer at hjálpa - ikki bara Rúna, men fleiri øðrum menniskjum, sigur Rakul Dalsgaard at enda.