Leo Poulsen
»Hervið verður festið í Fámará vegna Búnaðarstovuna lýst leyst til sølu til hægstbjóðandi. Á festibrævinum er: Mart.nr. 648 a, Vágur, 4 merkur, 9 gyllir og 10 1/3 skinn.
Á festinum eru festibygningar og sethús. Gjørt verður vart við, at bygningarnir eru í ógvuliga vánaligum standi, og at teimum tørvar munandi ábøtur«.
Soleiðis byrjar lýsingin hjá Búnaðarstovuni, sum setur festið við Fámará til sølu.
Bjørn Patursson, leiðari á Búnaðarstovuni, leggur tó dent á, at talan er ikki um at selja jørðina hjá landinum, men bara sjálvt festið.
Fámará hevur ligið festaraleyst, síðani seinasti festarin, Arni Brattaberg, legði festið frá sær.
Síðani tá hava nógvar ymiskar verkætlanir verið uppi og vent. Ætlanir um at gera festið um til eftirskúla og viðgerðarheim hava verið umrødd, men einki er komið burtur úr hesum ætlanum.
Avtala varð gjørd við ein suðuroying um at hava eyguni eftir festinum, so leingi eingin festari er, og meðan verkætlanir um alternativt brúk av festinum verða viðgjørdar.
Allar aðrar ætlanir eru nú sleptar, og tí er avgerð tikin um at lýsa festið leyst til sølu.
Johan út
Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni, sigur, at avtalan við Johan í Kollafirði einki hevur við Búnaðarstovuna at gera.
- Tað er uppisitarin av festinum, sum hevur gjørt eina avtalu við Johan í Kollafirði, og tað hevur als einki við Búnaðarstovuna at gera. Hinvegin er tað so, at ein nýggjur festari yvirtekur allar bygningar, ið hoyra til festið, íroknað sethúsini, sigur Bjørn Patursson.
Hetta merkir, at tá nýggjur festari er staðfestur, yvirtekur viðkomandi eisini sethúsini, har Johan í Kollafirði býr í dag, og so má Johan finna sær annan bústað.
Tað er heldur ikki hvør sum helst, ið kann keypa eitt festið, tí eftir nýggju lógini um landsjørð er ein treyt, at »Festarin skal hava í minsta lagi tvey ára royndir frá arbeiði innan landbúnað umframt í minsta lagi hálvt á á landbúnaðarskúla ella góðkent kvøldskúlaskeið innan landbúnað«, sum tað stendur í lýsingini.
Ein onnur treyt er, at »Festarin skal í hesum føri hava fastan bústað í Suðuroy. Víst verður annars til kunngerð nr. 95 frá 23. oktober 2007 um umsiting av landsjørð«.
Nærri avtala
Tað er ikki víst á nakra tíðarfreist fyri at bjóða upp á festið, og tað er heldur eingin áseting um, nær festið verður yvirtikið.
Dentur verður lagdur á, at tað er festibrævið, sum er til sølu, og ikki landsjørðin sjálv.
Festibrævið virkar á sama hátt sum eitt skjeyti hjá einum ognara. Tá ein ognari selur sína ogn, verður skeytið laga til. Sama er galdandi fyri eitt festibræv.
Í lýsingini stendur, at »Tá bjóðað verður, skal tann, sum bjóðar, prógva, at hann lýkur treytirnar um royndir og jarðbrúkskunnleika. Harumframt skal váttan frá peningastovni um fígging fylgja við boðnum. Yvirtøkan fer fram eftir nærri avtalu«.
Tað er sjáldan at festi verður handlað á hendan hátt, og tí dugir Bjørn Patursson illa at siga, í hvørjari príslegu boðini fara at liggja.
- Eg kundi hugsað mær, at eitt slíkt festi sum Fámará kundi havt áhuga millum suðuroyingar. Nú tosað verður so nógv um vinnumøguleikar í Suðuroynni, kundi eitt slíkt festi verið kombinerað við ferðavinnu til dømis, sigur Bjørn Patursson.
Fámará hevur ligið uttan festgara síðani Arni Brattaberg segði tað frá sær fyri nøkrum árum síðani










