Klokkan 16.30 verður fyrsta bríksl á Argjum, har uppflytararnir í ÍF eru gestir. Felags fyri bæði liðini er, at tey í fyrsta umfari taptu á útivølli.
AB venjarin Sorin Anghel var illa nøgdur við avrikið hjá sínum monnum í 2-1 tapinum í Trongisvági – serliga í fyrra hálvleiki:
-Um vit ikki avrika øðrvísi í dag, so hava vit ongan møguleika. Eg havi sagt spælarunum, at teir skulu tíma og vilja spæla, og tann hugburðin rokni eg avgjørt við, at teir fara at vísa ídag, sigur Sorin Anghel.
AB skrivaði í vikuni undir sáttmála við nýggjan málverja. Talan er um 20 ára gamla Christopher Nødskov Frydelund Kristensen, sum seinastu árini hevur verið málmaður í Søllerød Vedbæk í triðibestu donsku deildini.
Hann skal kappast við veteranin Heðin Stenberg um plássið millum AB stólparnar.
Fleiri AB spælarar eru framvegis skaddir: Jákup Pauli Breckmann, Jógvan Jóannesarson og Bjarni Skála. Beinir Henriksen og Hans Jákup Annfinsson hava verið plágaðir av sjúku, og tað er ivasamt, um Eli Chrisitansen, Rógvi Poulsen og Tóki á Lofti vera førir fyri at spæla.
Tóri Traðará var í Sarpugerði síðsta sunnudag sannur brandur í ÍF málinum. Tað var hann í í 28 minuttir. Tá noyddist hann skaddur av vøllinum. Hann er knæskaddur. Sunnudagin loysti Petur Meinhard Magnussen hann av. Petur Meinhard fer aftur í dag at verja ÍF málið.
-Vit høvdu fleiri møguleikar fyrsta tíman í Gøtu, tá ið tað gekk javnt á. Vit vóru ikki nóg kaldir, og síðstu løtuna skrædnaði tað. Vit halda okkum hava fatur í rætta endanum. Tað eru góðir menningarmøguleikar í liðnum, og eingin orsøk er ikki at rokna við, at tað skal eydnast at varðveita plássið. Tað er málið, og vit vóna, at fáa úrtøku á Argjum ídag, sigur ÍF liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard.
Umframt Tóra Traðará er Dánjal á Lakjuni framvegis skaddur, og tað er ivasamt, um miðverjin Dávid Langgaard er førur fyri at spæla. Hann er skaddur í rivjabeinum.









