Avblásti dysturin millum 2.deildarliðini hjá Skála og ÍF verður spældur í kvøld klokkan 19.30. ÍF hevur lovað at møta upp, eftir at fótbóltssambandið hevur hótt við risa bót og kolldøming av sigri í fyrra dystinum millum liðini.
Les eisini: Skulu spæla seinastu átta minuttirnar
- Vit ætla okkum at møta upp í kvøld. Vit hava fingið at vita, at vit fáa 10 túsund krónur í bót, um vit ikki gera tað. Eisini verður Skála dømt sum vinnari av fyrra dystinum millum okkum, sigur Bartal Eliasen, ið spældi við dystinum 17. septembur, ið bleiv avblástur átta minutitir fyri tíð, tí málverjin hjá ÍF gúppaði allar bóltarnar vekk.
Les eisini: Aldrin spælt í so ringum veðri
ÍF er flutt upp í 1.deild, men skuldi tað hent, at Skála verður dømt sum vinnari av fyrra dystinum, so kann uppflytingin koma í vanda.
Allir møta ikki
Støðan var 2-0 til Skála, tá dómarin valdi at blása dystin av í nógva dystinum á Skála. Í reglugerðini stendur, at teir somu spælararnir skulu møta á vøllinum í kvøld, sum vóru á vøllinum, tá dómarin steðgaði dystinum seinast.
- Eg kann longu nú siga, at vit ikki hava fult lið. Ein gongur á krykkum og spælir ikki, meðan tveir hava verið uttanlands, men eg veit ikki um teir eru heima aftur, sigur Bartal Eliasen, sum sjálvur fór av vøllinum seinast, tá eitt korter var eftir at dystinum, tí hann var so kaldur.
Les eisini: Dysturin spælast hóskvøldið
- Vit máttu eisini skifta tveir mans út í hálvleikinum, tí teir vóru so kaldir, greiðir Bartal Eliasen frá.
Dysturin, sum also verður í átta minuttir, byrjar klokkan 19.30 á Skála í kvøld.