Summar Festivalurin fór fram í besta veðrið hóskvøld og allan fríggjakvøldið. Fangandi framførslur, og ikki minst Silvalandið og framførslurnar fyri børnum, gjørdu festivalin fólksligan og góðan fyri allar aldursbólkar.
Veðrið gjørdist verri út á leygardagin, men við at framskunda konsertirnar eydnaðist at bjarga degnum og festivalupplivingini, áðrenn vindur og regn løgdu lok á.
Á næstu síðunum, og longri afturi í blaðnum, siga vit frá framførslunum á festivalinum. Myndirnar hava Álvur Haraldsen, Mureldur og Jóannes Poulsen tikið.