Fólksins rødd er ikki bara rødd »vanliga« fólksins

Gunnhild Dahl Niclasen, Landsnevnd Unga Tjóðveldisins
-

»Fólksins rødd« - ein sending, har »vanligi« borgarin og ikki politikarar og aðrir almennir persónar - sleppa framat at siga sína hugsan. Hetta var ætlanin við sendingini, søgdu tey, ið sendingina gera.
Men hví er so formaðurin í Huxa í hesi sending? Formaðurin, sum júst hevur sagt alment, at hann stillar upp til næsta val, fær hann møguleikan.
Í sendingini hjá »vanliga« borgaranum hevur Hanus Samró, formaður í Huxa, fría atgongd til profilera seg sjálvan og síni sjónarmið. Í kvøld (13.05.10.) fekk hann eisini møguleikan at úttala seg um, at listafólk ikki skulu fáa løn, men heldur skattalætta.
Ikki skal hetta skiljast, sum at Unga Tjóðveldið heldur, at tað er skeivt, at Hanus Samró er við í eini sjónvarpssending. Tað er tað ikki, Hanus Samró er ein skilagóður persónur við áhugaverdum sjónarmiðum. Kanska tað hevði verið meira hóskandi at gjørt eina sending, sum einans snúði seg um hann og hansara lív, men ikki í einari sending sum »fólksins rødd«, har »vanligi« borgari sleppur framat við sínum meiningum.