Fólksins ogn – liberalisering og demokratisering !

Tórbjørn jacobsen












Í einum landi, sum frá natúrunnar hond er ríkað við tilfeingi, í okkara føri livandi tilfeingi, er sjálvsagt, at tað støðugt verður kjakað um, hvussu frægast verður farið um stovnsfæið og hvussu tøkan úr stovninum verður samfelagi, vinnu og fólki til fremsta frama.

Øll kenna søguligu gongdina, frá tí at føroyska samfelagið flutti seg úr landbúnaðarsamfelagnum, við smávegis útróðri, til eitt meira og meira framkomið samfelag, sum fyri stóran part hevur staðið á inntøkunum frá fiskiskapi og fiskavirking. Í næstan hundrað ár á teimum frælsu høvunum og síðani innanvert avmarkingarnar, sum vóru ásettar, táið lond til endans fluttu fiskimørkini út á 200 fjórðingar. Síðani hava vit í stóran mun liva av tilfeinginum á landgrunninum og á Føroya Banka og av fiskiveiði í fremmandum sjógvi, ið sum frá er liðið, at kalla øll, er íkomin eftir umbýtið við fremmand veiðirættindi í føroyskum sjógvi. Onkur søgulig rættindi í altjóða sjógvi tó undantikin.

Føroyingar høvdu ikki fyrireika seg til tað stóra umskiftið. Til avmarkingarnar. Flotin, sum nú mátti lívbjarga sær innanvert 200 fjórðinga markið, var ætlaður til heilt aðrar umstøður og hartil mundi veiðiorkan vera í størra lagi. Valið stóð ímillum at gera neyðugu strukturbroytingarnar, ella onki at gera, tvs. at gjalda seg burturúr ný íkomnu støðuni. Seinra loysnin varð vald. Og tað er ikki ov nógv sagt, at tað fossaði út í báðum borðum. Bæði úr fiskastovnunum og úr einum meira og meira sperdum landskassa.

Brakið í 92 er uppá seg ein hin størsta búskaparliga tragedian í Evropu í nýggjari tíð. Eftir at milliardir – onkur segði góðar 13 milliardir - vóru brendar av og 7 túsund føroyingar av vantrivnaði og svongd leitaðu sær í fremmand lond at finna sær lívslunnindi, varð farið undir at finna aðrar skipanir - at loysa Ráfiskagrunnakonseptið av. Føroyar vóru settar undir fremmanda umsiting, og finnast skuldi ein farvegur burturúr tíðini við almennum veðhaldum, almennum lánum, rakstrarstudningum, kilostudningum, oljustudningum og øðrum skipanum, sum í alt ov drúgva tíð høvdu hildið einum skeivum flota gangandi.

Eftir at ein tíð var fráliðin, og eftir fleiri vambakast, gjørdust menn til endans samdir um, at hin nú so kenda fiskidagaskipanin var rætta leiðin at ganga. Menn royndu at fáa flotan útaftur, skipini, sum fyri stóran part vóru snúraði ígjøgnum konkurskaruselluna, vóru latin monnum lagaliga og semja varð til endans um, at fiskiloyvini skuldu galda 10 ár fram. Rímiligar treytir. Teir, sum átóku sær at virka í vinnuni um tað mundið, sum stóðu við skivuna táið loyvini vóru útflýggjaði, fingu óskerdan brúksrætt til tilfeingið, fólksins ogn, í eitt tíggju ára skeið. Við økisfriðingum og einum nógv skerdum dagatali hesi árini, er tað mangt sum bendir á, at skipanin í mangar mátar hevur virkað. Bæði búskaparliga og stovnsrøktarliga. Í stórt mát hevur flotin havt tað gott hesi árini og tað hevur endurspeglað seg í samfelagnum.

Í eina tíð hevur verið kjakast um, eitt slag av endurmeting – evaluering - ber til at siga, hvørt ábøtur skuldu gerast í skipanini. Mong hava hildið, at hon var stirvnað, at hon var umsitin nakað av leið. Serliga, nú loyvini, soleiðis sum tey í eina tíð hava verið handlað, eru farin at líkjast meira einum ognarrætti heldur enn einum brúksrætti. Mangt bendir tí á, at landstýrismenninir í fiskivinnumálum og teirra umsitarar hava knæsett eina siðvenju, sum hevur flutt ognarrættin frá fólkinum til teirra, sum í síni tíð fingu fiskiloyvini frá tí almenna. Heldur hendan gongdin fram, og teir sum nú og í framtíðini ætla sær at gerast aktørar í føroyskari fiskiveiði, skula gjalda risaupphæddir fyri loyvir, sum fólkið upprunaliga eigur, so legitimerar lógin eina feudalskipan, sum ongantíð var ætlað. Vit eru endað í einum fólkaræðisligum trupulleika. Hava fingið eitt demokratiskt undirskot, sum Gerhard Lognberg tók til í einum lesarabrævi: Fer at forða bragdarhuginum hjá mongum ungum alva. Heldur skipanin fram, sum nú er, er vandi eisini fyri, at vinnan ikki hórar undir skuldini, sum nú verður upptikin, ímeðan somu upphæddir vera slúsaðar úr vinnuni. Hetta tænir ongum endamáli, og kann í ringasta føri leggja trýst á politisku skipanina, um heilt stutta tíð, um at endurtaka konseptið frá miðskeiðis í sjeytiárunum fram til hitt stóra brakið í 92.

Flestu eru samd um, at eitthvørt má gerast fyri at finna inn á beint aftur. Fólkaflokkurin hevur skotið upp at brandskatta sølurnar við upp til 80%´um. Hesum tekur Tjóðveldisflokkurin als ikki undir við. Hetta hevði ikki gjørt tað lættari hjá ungum hugaðum fólki at komið sær upp í vinnuna. Prísurin á loyvunum hevði ikki lækkað, heldur hækkað, tí sjálvsagt selur seljarin fyri at fáa sum mest burturúr. Eitt annað er uppskotið, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er komin við, um at leggja tilfeingisrentu á fiskivinnuna. Hesum tekur Tjóðveldisflokkurin heldur ikki undir við, táið hetta kemur at kennast sum ein skattur, og bara kemur at gera raksturin hjá flotanum tað tyngri. At umsitingin skal áseta rentuna, er eisini ein vansi, táið trupult verður hjá uttanfyristandandi at rokna seg fram til, hvat eitt rímiligt gjald skal vera. Aðrir hava tala fyri einum marknaði, har øll rættindi, fiskidagar og kvotur, á heima, mið- og fjarleiðum verða seld, yvir eina skivu, sum hitt almenna skipar, vegna eigaran, sum sambært lógini er Føroya fólk.

Sambært stevnumiðum Tjóðveldisfloksins er greitt, at vit stuðla hvørki brandskatting ella tilfeingisrentu. Hinvegin halda vit, at neyðugt er, at seta í verk eina sjálvsjavnandi skipan, har vinnan sjálv lagar seg og umsetir innanfyri greiðar almennar karmar og regluverk. Veiðiloyvi og fiskidagar verða almenn brúksloyvi og umsetingin av hesum eigur at fara ígjøgnum eina tilfeingisbúð – ein gjøgnumskygdan fiskidaga- og kvotamarknað, harið øll kunna bjóða og sleppa framat eftir føstum treytum. Sama skipan eigur at galda fyri rættindini hjá føroyingum á mið- og fjarleiðum, sum í dag verða býtt út til ávís feløg eftir politiskum frymli. Hugsjónarliga stendur hesin politikkur í fyrstu grein í stevnu floksins - heilt frá byrjan: Ongin einstaklingur ella nøkur serstøk stætt eigur framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.

Bulurin, ella hjarta, í uppskotinum sum Heidi Petersen og undirritaði løgdu fram á ting hin 4. august í ár (løgtingsmál no. 6/2006) er omanfyrinevnda tilfeingisbúð. Ein búð sum tær almennu Føroyar skipa. Eftir 10 árum er ætlanin at øll rættindi, til at taka úr tilfeingi føroyinga, tað verið seg í okkara egna sjóøki og í rættinum til tilfeingið, sum heimastýrismyndugleikarnir hava samrátt seg til í fremmandum sjógvi, skula umsetast, handlast, ígjøgnum búðina. Hesi seinru árini hevur ein vaksandi umsetiligheit tikið seg upp í skipanini. Flestu hava tikið undir við hesum. Hetta ger skipanina meira liðiliga og hevur ivaleyst ment dynamikkin í vinnuni - munandi. Spurningurin er bara, hvør ið skal skipa hesa umseting. Tey, ið frammanundan hava fingið rættindini frá tí almenna fyri onki, ella tær almennu Føroyar, vegna fólkið, sum sambært lógini er eigarin av øllum rættindum. Trupult er at broyta strukturarnar í eini altavgerandi høvuðsvinnu eftir einum degi. Skaðin kundi skjótt verið størri enn gagnið, tí er alneyðugt, at vinnan fær virkað í eini skiftistíð, har givnu loyvini verða niðurlagað eftir einum tíggjuára skeiði. Sohvørt verða tey gjørd umsetilig og handlað ígjøgnum tilfeingisbúðina, sum skal virka leys av politiska myndugleikanum, stjórna av nevnd, sum vinnan á sjógvi og landi setir og dagligum rakstrarleiðara, sum landsstýrismaðurin setir í starv.

Í størsta mun verður hildið fæst um ásettu bólkarnar í lógini. Hildið verður fast um skottið millum húk og trol og millum útróður og aðra veiði og í 10 ára skiftisskeiðnum verður útróðrarflotin í bólki 5, bátar undir 15 tons, hildin uttanfyri skipanina

Ivaleyst vilja tey flestu nú spyrja, hvørjir vansarnir í verandi skipan eru, í mun til fyrimunirnar, sum uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum kundi havt við sær.

Vansarnir við verandi skipan eru, at eigarastruktururin í føroyskari fiskivinnu hevur cementerað seg hjá teimum, sum upprunaliga og politiskt fingu 10 ára brúksrættin til føroyskt tilfeingið. Tey 10 árini eru farin og ongin roynd at kjaka veruliga um støðuna, tíansheldur nakar politikkur, hevur verið kring málið, hvussu viðurskiftini skuldu skipast, eftir at 10 ára rætturin var farin. Skipanin rullar bara víðari, sum um onki var hent. Tó hevur landsstýrismaðurin havt eina nevnd sitandi í longri tíð, ið sigst vera komin undir land við sínum tilmæli, um broytingar í lógini, men er fyribils niðurstøðan, sum nevndin varpaði upp, táið málið gjørdist aktuelt aftur, orsakað av djúptøkna og vælfyrireikaða uppskotinum, sum Tjóðveldisflokkurin legði fram stutt eftir Ólavsvøku, einasta úrslitið hendan nevndin higartil er komin til, er ikki væntandi, at nakrar broytingar koma frá núsitandi valdinum í bræði. Helst aldri, táið illa hugsandi er, at politiskar heimildir fara at finnast til tess, soleiðis sum valdið í Føroyum nú er skipað.

Gongdin í seinastuni hevur annars verið rættiliga greið. Tað er farin og fer fram ein privat kapitalisering av rættinum at fiska. Ongin ivingur er um, at hetta er ein trupulleiki fyri fiskivinnuna, fyri tey sum starvast í vinnuni og fyri samfelagið alt. Trupulleikarnir, ið standast av hesum eru ein vaksandi monopolisering. Rætturin at fiska gerst til endans so dýrur, at ógvuliga fá hava møguleikan at koma inn í vinnuna, og soleiðis sum gongdin hevur verið í seinastuni, har veiðutól eru handlað fyri upphædddir, svarandi til 5-10 ferðir tað sum tólini í sær sjálvum umboða í virði, er greitt, at kapitalsterk útlendsk feløg til endans seta seg á øll føroysk veiðirættindi. Váðin veksur, táið keyparin skal rinda fyri rættin at fiska í óendaliga tíð fram. Privata sølan av hesum almenna rætti, hevur Fiskimálaráðið vælsaktans blástemplað, tí er ongin orsøk at venda skjútsið móti teimum, sum hava selt við almennum vælsignilsi, tvørturímóti. Hinvegin fer hendan skýferðin í upphæddum at minka um møguleikarnar fyri fígging, hetta setir fíggjarkervið í óneyðugan vanda, har yvirfígging, virðisleys veð og møguligar trotabúða-spekulatiónir hanga sum damoklessvørð yvir høvdinum á teimum.

Regionalu trupulleikarnir vaksa. Kapitaliseringin av rættinum at veiða, ið hongur neyvt saman við fiskiloyvunum, sum tær almennu Føroyar hava útlutað, hevur havt eina miðsavning við sær. Miðsavnaði kapitalurin virkar sum ein flugufangari í hesum førinum, tað sigur seg sjálvt, og kapitalveiki útjaðarin stendur ikki ímóti trýstinum, bløðir loyvini burtur og fær í verandi støðu ikki hendur á teimum aftur, missir harvið øll lunnindi undir einum samfelagi, sum stendur á vinnuligum botni. Í evsta føri fer føroyskur kapitalur heldur ikki at standa seg í kappingini, upphæddirnar eru longu nú so ørandi, og astronomiskar, at bara útlendskur stórkapitalur, í strategiskum uppkeypi, kemur at standa seg í kappingini. Ein avleiðingin av hesi gongd verður við vissu, at vit fáa eitt skeivglað býtið av samfelagsins virðum. Bæði ímillum útjaðara og miðstaðarøkið og ímillum fólk yvirhøvur. Hetta, hóast øll upprunaliga skuldu eitast at eiga hesi rættindi, so flott sum tað verður staðfest í lógini um vinnuligan fiskiskap: Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks. Verður onki gjørt við hendan spurningin beinanvegin, kemur hetta at darva reiðaríunum sum virka í vinnuni, fiskimanninum, flakavinnuni og til endans samfelagnum.

Heldur politiska skipanin, ella varnast hon, at strukturarnir eru skeivir í vinnuni, og í øllum øðrum samfelags høpum, somuleiðis, eigur hon at taka málið upp umgangandi, og gera nakað við trupulleikan. Til tað hava vit eina politiska skipan. Í hesum førinum eigur høvuðsmálið at vera, at lynna sum frægast undir hjá teimum sum ætla sær at reka vinnu heldur enn at lynna undir hjá teimum, sum ætla sær at liva av at selja almenn rættindi.

Hetta kundi Føroya Løgting, har ræðið fólksins verður umsitið, gjørt við at stuðlað uppskotinum um eina tilfeingisbúð, sum eftir eitt 10 ára skiftisskeið, hevði fingið fult ræði á øllum rættindum og handlað við teimum samsvarandi prísum, sum vinnan til eina og hvørja tíð helt seg kunna gjalda fyri rættin at veiða. Allir føroyingar høvdu fingið rættin at bjóða, og marknaðartreytirnar, og ikki politiskar treytir, gjørdu einsamallar av hvussu leikur fór. Hvussu hesin marknaður reint tekniskt kom at virka, lá á teimum sum vald vórðu at stjórna honum. Tey skuldu finna frægastu, mest liberalu og ikki minst mest demokratisku loysnina fyri hesum marknaði við fólksins ognum. Marknaðir við uppboðssølu eru kendir um allan heim, og hildið verður av flestum, at hetta er frægasti sølu- og keypshátturin sum finst, fyri at menna dynamikkin optimalt í virkisøki sum hesum.

Fyrimunirnir við uppskotnu skipanini eru eyðsýndir. Fyri tey sum í framtíðini ætlað sær at gera íløgur í føroyska vinnu hevði atgongdin verið lættari, táið viðurskiftini eru normaliserað og upphæddirnar, ið skula forrentast og avskrivast, aftur standa hóskiliga í mun til rakstrarmøguleikan av keyptu veiðirættindunum, sum øll nú hava frælsa atgongd til. Mælt varð til, at útbjóðingarskeiðið ongantíð skuldi vera longri enn ein ársfjórðingar, harvið var tryggjað ein kontinuerlig atgongd til sortimangið, sum tilfeingisbúðin lá inni við. Peningastovnarnir høvdu komið í eitt meira realistiskt viðskiftið við vinnuna, fingið veð í veruliga virðinum og ikki fyri mesta partin sum nú, í einum hugsaðum politiskum merglopnum ryggi. Regionalu trupulleikarnir kundu verið loystir, nú útjaðarin aftur hevði fingið atgongd til og møguleikan at keypa burturav tilfeinginum. Rættarstøðan hevði verið eins fyri allar borgarar. Ongin eigur framíhjárættindi. Hetta hevði javnað íkomna sosiala ójavnan aftur, og dynamikkurin hevði fingið eitt gypp í afturpartin, táið skipanin sjálv hevði framt útveljingina. Samsvarandi dugnaskapi og effektiviteti.

Við tí lítlu umsiting sum andstøðuflokkur hevur tøka, til gerð av slíkum uppskoti, í mun til orkuna í útinnandi umsitingini, var sjálvsagt, at okkurt kundi verið meira umhugsað og snøggari ætlað. Tí løgdu vit eina við, at hetta var uppskot sum kundi mýkjast, fyri at gera semjuna so breiða sum gjørligt. Vit hildu og halda, at uppskotið var ein reformur, sum í størsta mun tænti fólksins áhugamálum, vinnuni og samfelagnum sum heild, og væntaðu tí, at politiskar royndir fóru at vera gjørdar fyri at røkka eini semju. Men so eiðasørt. Sum vanligt í føroysku politisku skipanini varð uppskotið tægað sundur, smávegis tekniskar forðingar vóru funnar, og negldar upp á bróstið, sum knakar, at hanga uppskotið á, har tað nú hongur sum ein gjørgnumjaglað slintra. Niðurskotið.

Uppskotið var ikki ætlað at vera ímóti nøkrum. Var bara ætlað at lynna undir og at fáa lógina um vinnuligan fiskiskap á beint aftur. At fáa sjálvregulerandi og sjálvberandi mekanismurnar at virka aftur. At menna vinnuna hagartil, at hon kom at geva optimalt avkast til allar partar í samfelagnum, ikki minst vinnuna sjálva. Trupult er at spáa um framtíðina, eisini um uppskot okkara var rætta leiðin at ganga. Vit ivast tó framvegis ikki í, at hetta hevði verið ein farvegur burturúr eini eftirhondini sperdari lóg, í stóran mun skeivglað av sjaldsamari umsiting. Hetta hevði verið ein nærum total liberalisering av allari føroyskari fiskiveiði, hetta hevði verið ein demokratisering, sum hevði gjørt orðini hjá Bresti og Gerhardi til veruleika: Ongin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða. Í hesum førinum stívnaðar lógir, sum treingja til álvarsligar ábøtur. Og í triðja lagi hevði uppskotið tryggjað, at ogn Føroya fólks varð flutt aftur, harið hon hoyrir heima. Hjá fólkinum. Í seinasta lagi var hetta eisini ein roynd at tryggja tey nationalu áhugamálini, sum mega vera, at varðveita øll rættindi til tilfeingið á føroyskum hondum. Gleppa tey, av ósketni og lógligum skilaloysi, bera vit ikki boðini kortini, hvørki sum heimastýri ella sum republikk. Enda sum húskallar í egnum landi. Illa trevsaðir av kapitaláhugamálum í londum, sum eru ímillum tey mest protektionistisku í øllum heiminum. Har ongar dyr verða gloppaðar fyri fremmandum áhugamálum, serliga ikki, táið um tilfeingisvinnur teirra ræður. Tað stendst um at halda javnvágirnar, eisini á hesum fyri samfelagið so vitala øki. Bara soleiðis verður tú tikin fyri fult í grannalagnum, fyri ikki at siga í tí stóra alheiminum.

Fríggjadagin 10. november kom málið aftur úr vinnunevnd løgtingsins. Uppskotið, sum hevði demokratiserað og liberaliserað karmarnar um høvuðsvinnuna og samstundis staðfest veruliga ognarrættin til tilfeingið, fall táið bara 8 tjóðveldisfólk atkvøddu fyri tí. Tey, sum høvdu roknað við Javnaðarflokkinum fingu eina langa nøs. Vallyftið teirra, sum er endurstaðfest á fleiri landsfundum, fekk eina blanka atkvøðu, frá John Johannessen. Teir báðir miðflokkamenninir atkvøddu somuleiðis blankt og mest tragikomiska og paradoksala atkvøðan mundi vera hon hjá formanni Sjálvstýrisfloksins, sum atkvøddi blankt, hóast flokkurin í landsfundarsamtykini kvøldið eftir sendi eina bulletin út, sum var meinlík uppskotinum hjá Tjóðveldisflokkinum. Restin atkvøddi ímóti. Og sendi harvið tey boð út um allar geilar, serliga út um landoddarnar, at festararnir av føroyska landgrunninum, og føroyskum tilfeingi yvirhøvur, nú eiga óavmarkaða rættin at selja. Signalini frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum síðani, hava bara cementerað hendan veruleikan uppaftur meira. Og vargur er aftur komin í keyp og sølur, og upphæddirnar sum útlendingar nú sigast vilja keypa føroyskt tilfeingi fyri eru so ørandi, at tær standa ikki í mát við nakran veruleika longur.

Roknast má við at landsstýrið, nú embætismannauppskotið fer at fáa eina politiska viðgerð í samgonguni, fer at staðfesta, at tilfeingið ikki longur er ogn Føroya fólks, men hinvegin ogn teirra, sum hava rullandi loyvini um hendur higani og til veraldar enda. Einaferð var tað bjargingin at skekla seg úr eini feudalskipan, men sum lívið er skikkað, hevur alt lyndið til at endurtaka seg, nú eru vit ávegis inn í eina nýggja feudaltíð, við sosialdemokratiska Javnaðarflokkinum sum galliónsfiguri og stavnamanni Fólkafloksins sum róðurgangara. Tann viðvenda verð. Nú pendulið hjá hesum báðum flokkum sveiggjar í takt, so langt úti í høgra borði, at tað nóg illa hómast fyri politiskum fríggjarakondensi.