Magnus Dam
Keypmannahavn
Fyri fyrstu ferð síðani Fríðrikkur kongur IX doyði í 1972, skuldi fólkið siga farvæl til eitt umboð fyri danska kongshúsið. Í nógvar mátar líktist jarðarferðin hja Ingrid drotning jarðarferðini hjá Fríðrikki IX, og at meta eftir mannamúgvuni, sum var komin saman í mi?b?num í Keypmannahavn í gjár, var drotningin ikki minni vird millum danir.
Hátíðarhaldið í samband við jarðarferðina byrjaði klokkan umleið 10 í gjár í Slotskirkjuni á Christiansborg. Eins og tá ið kongar fara til gravar, lá Ingrid drotning á castrum doloris ? pínslunnar legu ? í f?ra dagar, áðrenn sjálva jarðarferðina. Hesar fýra dagarnar sluppu øll ? høg sum lág ? innar í Slotskirkjuna at bera drotningini eina seinastu heilsan. Umleið 30.000 fólk nýttu hetta høvið, og hesar seinastu dagarnar hava bíðirøðirnar verið upp í fleiri hundrað metrar langar á torginum uttan fyri Christiansborg.
Klokkan stutt fyri 10 í gjár komu tey allar nærmastu í Slottskirkjuna, har eitt stutt minningarhald var fyri drotningini, áðrenn kistan varð borin út úr kirkjuni og løgd á ein hestavogn uttanfyri.
Kvirr mannamúgva
Meðan lívgardan spældi syrgitónleik, gjørdi stóra fylgið seg til reiðar at fylgja kistuni. Umboð fyri Kongaligu lívgarduna, sjóverjuna, flogvápnið og gardarhusararnar á hestbakið vóru í fylginum. Aftanfyri kistuna gingu tey nærmastu hjá drotningini, Margretha og Heindrikkur prinsur og hinar báðar døturnar hjá Ingrid og ommubørnini hjá drotningini við Fríðrikki krúnprinsi á odda.
Margretha vildi hava, at fólkið skuldi hava møguleika at koma nær fylginum, og tí gekk leiðin frá Slotskirkjuni yvir móti Højbro Plads og síðani niðan eftir gongugøtuni, Strøgnum. Eftir áheitan frá Margrethu vóru ongar gyrðingar settar upp fyri at halda mannamúgvuni burtur, og tað vóru bert nakrir fáir løgreglumenn at síggja frammanfyri mannamúgvuni, tá ið fylgið fór niðan móti Ráðhúsplássinum. Tað er sjáldsamt, at slíkur hátíðardámur er yvir Strøgnum við teimum nógvu handlunum. Larmurin og tónleikurin úr handlunum var ikki til staðar hendan morgunin, og mannamúgvan stóð púra kvirr og eygleiddi tað kongaliga fylgið.
Ta? er ikki greitt, hvussu nógv fólk vóru komin saman á Strøgnum, Ráðhúsplássinum og annars á leiðini niðan móti Høvuðsjarnbreytarstøðini, men talan var um nógv túsund fólk úr øllum landinum. Skótalið heilt úr Grønlandi vóru eisini til staðar á Ráðhúsplássinum, tá ið fylgið gekk framvið.
Í sertokið til roskilde
Tað tók meira enn ein hálvan tíma hjá fylginum at ganga niðan á Høvuðsjarnbreytarstøðina, har kistan var borin umborð á eitt serligt tok við tveimum damplokomotivum frá 1908 og 1946. Tokið er tað sama, sum førdi mannin hjá Ingrid, Fríðrikk IV, til tað seinasta hvíldarstaðið í Roskilde.
Á øllum jarnbreytarstø?unum, sum tokið koyrdi framvið, var nógv fólk komið saman at síggja tað gamla og serliga tokið við drotningini og teimum kongaligu.
Tey kongaligu í Danmark verða øll grivin í Roskilde, og tí gekk leiðin til dómkirkjuna í Roskilde. Í Roskilde tóku somluleiðis nógv fólk móti drotningini, og øll leiðin frá jarnbreytarstøðini og til Dómkirkjuna varð klødd við reyðgranni eins og tá Fríðrikkur IX fór til gravar. Ingrid drotning dámdi væl blómur, og í Roskilde høvdu handlarnir býtt út 5000 rósur til tey, sum vóru komin saman at hyggja at fylginum.
Bert fyri innbodnum
Jarðarferðin í Roskilde dómkirkju var bert fyri serliga innbodnum. Øll tey norðurlendsku kongshúsini og hini kongshúsini í Evropa vóru umboðaði í kirkjuni. Harafturat vóru stjórnarleiðarar, forsetar og ráðharrar úr fleiri londum til staðar í kirkjuni umframt allir biskupparnir í ríkinum. Anfinn Kallsberg, løgmaður, og konan Berghild umboðaðu Føroyar í jarðarferðini.
Kistan við Ingrid drotning varð løgd í grøvuna beint uttanfyri dómkirkjuna eftir gudstænastuna inni í kirkjuni í gjár. Tað var bert tann nærmasta familjan, sum var hjástødd, tá ið kistan var lora niður í grøvina. Hesa løtuna ringdu kirkjuklokkurnar í øllum ríkinum til heiðurs fyri Ingrid drotning.
Tann 90 ára gamla Ingrid drotning liggur nú undir liðini á manni sínum Fríðrikki IX kongi, sum varð grivin fyri 28 árum síðani.