Tey hoyrdust í útvarpi og í sjónvarpsskíggjanum bæði sóust og hoyrdust tey. Inni á AWD Arena ikki bara hoyrdust og sóu tey. Føroysku rópini og sangirnir rungaðu eftir í, og stóran part av tíðini vóru teir stívliga 500 føroysku áskoðararnir oman á teimum gott 32.000 týsku áskoðarunum.
Hetta hevur hvør einasti føroyski áskoðari í Hannover uppiborið eina tøkk fyri. Men høvuðsorsøkina til, at so nógvir føroyingar savnaðust á AWD Arena fyri viku síðani, eiga fyriskipararnir av mongu fjepparaferðunum til týska býin. Ferðalag fóru úr Føroyum, Århus og tveir bussar úr Keypmannhavn. Sosialurin var við í bussunum úr danska høvuðsstaðnum – ein fantastiskur túrur, sum Andras K. Thomassen og Símun Waag av sínum eintingum høvdu tikið stig til.
Frálík ferð
Ferðin byrjaði árla á morgni, tí klokkan 6.40 skuldu alt ferðalagið verða møtt aftanfyri Hovedbanegården í Keypmannahavn. Hetta eydnaðist eisini, men føroyingum so líkt, var tað ein, sum hevði forsovið seg, soleiðis at fráferðin hjá øðrum bussinum var 20 minuttir seinkað. Men tað var ikki nakar trupulleiki. Ofta verður verður kjakast um tolsemi í Føroyum. Uttan mun til hvør niðurstøðan í hesum kjakinum er, so kann ikki annað enn staðfestast, at føroyingar eru eitt tolið fólkaslag. Í øllum førum teir, sum bíðaðu eftir einum svøvntungum ungum manni fríggjamorgunin í farnu viku.
Síðani varð kósin sett móti Rødby, siglt yvir um Puttgarden og so stevnt móti Hannover. Ein drúgv ferð, men við hæddarpunktum frá dystunum móti Eysturríki og Írlandi á sinni á DVD, fjepparasangum úr hátalarunum og frálíkum felagssangi við gittarundirspæli, so var túrurin á ongan hátt møðsamur ella keðiligur – tvørtur í móti.
Komin til Hannover fingu fólk tí at lessa av, men annars gekk leiðin beint móti miðbýnum, Schmiedestraße og á frálíka vertshúsið Brauhaus. Har vóru fjeppararnir úr Århus og úr Føroyum longu savnaðir, tá ferðalagið úr Keypmannahavn kom.
Var hýrurin góður og føroyingar í Hannover mælskir áðrenn, so gjørdist lagið enn betri, rópini hvøllari og sangurin uppaftur harðari, tá teir 100 føroyingarnir úr donsku høvuðsstaðarbussunum komu til staðið.
Kring leikvøllin
Á Brauhaus nýttu fólk høvið at fáa sær bjór og bita, málaðu andlitið og fóru av álvara undir upphitingina til landsdystin. Tjóðsangurin varð eisini sungin fyri fyrstu ferð hetta kvøldið, tá Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge vóru beinleiðis í gjøgnum á Rás2, og fingu stjórna kátu fjøldini gjøgnum fyrsta ørindi á »Tú altfagra land mítt«.
Sami sangurin varð sjálvsagt sungin undan dystarbyrjan, men eisini stutt fyri leiklok og væl eftir, at dysturin var liðugur. Og syngja duga føroyingar sum fáir. Stóra hittið kring leikvøllin var »Gunnar, hann er okkara«, men »Øll, sum elska Føroyar hoppa nú« og »EM’arin« taldust eisini millum mest populera sangirnar hetta kvøldið á AWD Arena.
Føroysku fjeppararnir vístu seg eisini frá síni kreativu og skemtiligu síðu, tá sangir sum »Týskland er eitt tekniseriulið«, »Uh, ah Jens Martin say uh ah Jens Martin« og ikki minst »Joachim Löw etur bussimenn« rungaði kring leikvøllin.
Soleiðis hildu føroysku áskoðararnir á dystin á tamb. Ein tíma eftir leiklok stóðu framvegis hundraðtals føroyingar á AWD Arena og sungu. Tá dómaratrio’in kom út at renna av eftir dystin, fingu hesir ein sang, og áskoðararnir góvust ikki við at syngja, fyrr enn dómarin vinkaði út til fjøldina, sum síðani fagnaði honum stórliga.
At enda var AWD Arena skralltóm fyri fólki. Men í einum horni stóðu hundraðtals føroyingar framvegis og sungu, meðan tríggjar vaktir hugdu spyrjandi upp á hvønn annan. Føroyar vunnu dystin, Føroyar vunnu dystin á áskoðaraplássunum. Ein knúsandi stórsigur enntá. Tað var fagnað til tann ljósamorgun.