Fólkið vildi ikki sleppa Hanusi

Hóast regnið gjørdi eina roynd, so megnaði tað ikki at spilla góða hýrin á fólkunum, ið lurtaðu eftir Hanusi

Hanus G. Johansen trein á metstóra pallin á Vágsbøði eitt sindur seinkaður vegna longu spælitíðina hjá Scorpions.


Hann tyktist eitt sindur einsamallur á stóra pallinum aftaná eina konsert, sum nærum blásti alt og øll umkoll. Men hóast hetta megnaði Hanus, sum so mangan áður, at fylla tómrúmið við síni nærveru og einføldu framførslu, hann og gittarin tveireinir.


Talan var ikki um nakra nýhugsandi ella slóðbrótandi framførslu, men tað var heldur ikki tað, ið fólkið ynskti at hoyra. Hanus er fólkaogn, og tá ið hann sang kendar sangir sum ‘Átjan’, ‘Saknur’ og ‘Á, kundi á tíðarhavi’, vóru tað fá, ið ikki sungu ella murraðu við.


Regnið, ið hevði hildið seg burtur meðan Scorpions spældu og tað mesta av kvøldinum, kom á vitjan mitt í framførsluni. Men hetta darvaði hvørki Hanusi ella áhoyrarafjøldini, ið var hampiliga stór.


Tá ið tíð var at gevast, vildi fólkið ikki sleppa Hanusi við tí úrsliti, at hann sang trý eykaløg.