Fólkið vil broytingar, sigur javnaðarflokkurin

Undan fólkatingsvalinum hevði Javnaðarflokkurin heilar síður við lýsingum í Sosialinum. Summar vóru beinleiðis álop á Sambandsflokkin og villeiðandi í heila tikið.

 

Í einari av valgreinunum varð undir stórari yvirskrivt "Fólkið vil broytingar" m.a. sagt soleiðis: "at tað var stívrendi afturhaldspolitikkurin hjá Sambandsflokkinum, sum var orsøkin til at loysingar-ætlanin kom í eyga."


Hvørjar broytingar vil fólkið?

Sjálvandi ganga øll inn fyri broytingum. Samfelagið broytist undir øllum umstøðum. Í spurninginum um samband/loysing gongur Sambandsflokkurin inn fyri sínum nýskipanaruppskoti, meðan Tjóðveldisflokkurin gongur inn fyri loysing skjótast gjørligt. Aftaná seinasta løgtingsval vaknaðu flestu fólkafloksveljarar og sjálvstýrisveljarar við kaldan dreym. Knappliga og uttan ávaring gingu Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin á odda fyri at kvetta við Danmark. Hetta var onki krav frá "fólkinum". Teirra partur av fólkinum var ovfarið. Ongin var meira ovfarin enn Tjóðveldisflokkurin, sum var um at verða yvirhálaður í innaru koyribreytini.

Tá loysingarsamgonguskjalið hjá Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum bleiv almannakunngjørt, almannakunngjørdu verandi formaður Javnaðar-floksins, Jóannes Eidesgaard, og undanfarni formaður Javnaðarfloksins, Atli Dam, at teir tóku heilt og fult undir við forsíðuni í samgonguskjalinum. Teir báðir vildu eisini loysa beinan vegin.

Men hvat segði teirra partur av "fólkinum"? Meðan veljarar Fólkafloksins og Sjálvstýris-floksins yptu øksl og vóru bilsnir, tað hava teir verið so mangan, so lótu veljarar Javnaðarfloksins sær ikki alt lynda. Baklandið gjørdi uppreistur, og Javnaðarflokkurin gjørdist aftur ein sam-ríkis-flokkur ? í hvussu so er offisielt.


Positivar og konstruktivar broytingar.

Stevnuskrá Sambandsfloksins sigur svart uppá hvítt, at flokkurin vil gera tær broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum sum tæna føroya fólkið best. Kann tað sigast týðuligari? Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum hevur eitt ítøkiligt uppskot um broytingar í einum varðveittum ríkisfelagskapi. Vit hava eitt uppskot til nýskipan sum ítøkiliga sigur hvat vit vilja.

Sambandsflokkurin hevur ferð eftir ferð sett politisku flokkunum spurningin: hvørjar ítøkiligar broytingar ynskja tit. Tjóðveldisflokkurin sigur loysing beinanvegin. Og aftaná seinasta løgtingsval siga Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin tað sama.

Javnaðarflokkurin, í hvussu so er leiðsla floksins, gav aftaná seinasta løgtingsval eitt líka greitt svar sum Fólka-flokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, men hevur broytt støðu, tí "tann parturin av fólkinum" ikki ynskti hesa broyting.

Nú koyrir Javnaðarflokkurin fram við einari sonevndari Sjálvstýrislóg. Hví ikki siga "fólkinum" frá hvat hendan lógin gongur út uppá. Tá hevði fólkið verið ført fyri at tikið støðu til um tað ynskir tykkara broytingar.

Vit eru fullvísir í, at føroya fólk gongur inn fyri okkara broytingum - tær eru festar á blað. Ongin ivi er um, at summir føroyingar ganga inn fyri størri broytingum enn vit hava skotið upp. Men hvørki tit ella vit vita um fólkið gongur inn fyri tykkara broytingum. Tær eru ikki kendar. Fólkið veit ikki hvat tað er tit vilja.


Tá tikið verður saman um

Veruleikin er, at ein partur av fólkinum ynskir loysing. Ein annar og størri partur av fólkinum ynskir at varðveita ríkisfelgsskapin.

Tann parturin av fólkinum, sum ynskir loysing, fer til komandi løgtingsval at velja Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin ella Tjóðveldisflokkin.

Ongin føroyingur kann vera í iva um, at Sambandsflokkurin gongur inn fyri at varveita ríkisfelagsskapin, dagførdan við nýskipanaruppskoti Sambandsfloksins, og allar teir stóru fyrimunir, sum hesin gevur føroya fólki.

Í staðin fyri at brúka heilar blaðsíður til onkisigandi rakstrarróp, sum t.d. at "fólkið vil broytingar", eigur Javnaðarflokkurin stutt og treitt at almannakunngera, hvørjar ítøkiligar broytingar Føroya Javnaðarflokkur ætlar at fremja.

Føroya fólk krevur eitt svar, og vit, sum ætla okkum í samgongu næstu ferð, ynskja eisini eitt svar.