Fólkið stillað hóast bispur ei er valdur

Meðan Fríðriksson og Reinert Hansen standa um boðið at gerast bispur, varð fyrsti leikurin leiktur í nýggja talvárinum, ið fór av bakkastokki seinasta vikuskifti

Nýggja nevndin í Talvsamband Føroya varð fyri stuttum skipað og er farin skjótt til verka. Ætlanirnar, sum TSF hevur skotið út í kortið, vísa, at komandi talvárið verður eitt sera virkið ár, tí fram til mai mánaða komandi ár eru bert fýra vikuskifti, har eingin telving er á skránni.

Sum byrjanarskot varð ein kvikkapping avgreidd seinasta leygardag, sum eisini er partur av Grand Prix kappingini í talvi. Tað vóru 21 svangir telvarar møttir í felagshúsinum hjá Havnar Telvingarfelag eftir ein langan summarsteðg, so tað boðaði frá einari beinharðari kapping um tey sjey Grand Prix stigini, ið vinnarin fær fyri fysta plássið.


Grand Prix

Grand Prix kappingin varð uppafturtikin í fjør, eftir at hon datt niðurfyri í 90unum.

Tað eru nýggju kappingar í talvárinum, ið eru partar av Grand Prix kappingini. Vinnarin av hvørjari kapping fær 7 GP stig, tveyarin fær 5 GP stig og trýarin 4 GP stig o.s.f.

Eisini er krav at luttøkan skal fevna um minst 5 kappingar umframt finaluna fyri at møguleiki skal vera fyri at gerast Grand Prix vinnari.


Spenningurin helt sær

Kappingin varð skipað soleiðis, at sjey umfør vórðu telvað í mun til nýggju umfør, ið vanliga verða telvað í FM fyri einstaklingar. Fyrimunurin við sjey umførum er, at ofta eru nógvir telvarir rættiliga javnir, tá seinasta umfar verður telvað, og tí er spenningurin í hæddini tá.

Favorittarnir, ið vóru ein bólkur á fimm mans, løgdu seg á odda beinavegin og hildu leiðsluna til seinasta umfar. Tá vóru tað Finnbjørn Vang, Ólavur Simonsen og Carl E. N. Samuelsen, ið høvdu bestu kortini.

Hendan støðan skuldi tó ikki halda sær, tí Carl E. N. Samuelsen mátti lúta fyri Jón Andreasen í seinasta umfari, soleiðis at Jón fekk snýkt seg fram um Carl Eli og harvið ognað sær triðja plássið.

Endaliga støðan gjørdist: 1-2. Ólavur Simonsen (Betri mótstøðustig) 1-2. Finnbjørn Vang 3. Jón Andreasen.

Herborg Hansen og Einar Gregersen fóru avstað við ratingvirðislønunum.


Jón ein hóttan móti talvfriðinum

Tað hendur av og á, at børn og unglingar koma sum rakettir upp eftir styrkilistanum. Serliga eru tað ofta tannáringar, ið knappliga fáa opnað sinnið og sál og harvið blóma á talvborðinum. Hví hetta hendir, er ilt at siga, men tað er ofta hetta, sum ger, at stigatalvan ikki fløskar seg eftir styrkitølunum. Hendan dagin tóktist tað at verða Jón Andreasen, sum skuldi taka øll av bóli.

Jón hevur ikki verið at sæð við talvborðin á føroyska talvpallinum í nøkur ár, men hóast hann ikki er nakar unglingi longur, so má sigast, at hetta varð eitt brak av einari afturkomu. Serliga tá hugsað verður um longu fráveru hansara, og at Jón hevur eitt styrkital á 1588, megnaði hann álíkavæl at blanda seg millum telvarar har miðal styrkitalið var 2138!


Kjølbro Open

Næsta kappingin í Grand Prix kappingini verður í Klaksvík 12. – 14. oktober.

Støðan í Grand Prix kappingin áðrenn Kjølbro Open er:


Ólavur Simonsen 6 GP

Finnbjørn Vang 6 GP

Jón Andreasen 4 GP

Carl E. N. Samuelsen 3 GP

Terji Petersen 2 GP

Herluf Hansen 1 GP