Fólkið skal avgera ES spurningin

Formaður Sambandsfloksins gleðir seg til hol verður sett á ES kjakið í Føroyum í kjalarvørrinum av nýggju ES grundlógini, danir væntandi taka undir við. ? Hóast felagsmál møguliga verða flutt úr Keypmannahavn til Bruxelles, er talan um eina framhaldandi menning í ríkisfelagsskapinum uttan nakran vanda fyri føroyska fólkaræðið, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann undirstrikar, at føroya fólk skal avgera ES spurningin

- Eg varð glaður at lesa viðmerkingar løgmans í Sosialinum í gjár, tá løgmaður bað føroyskar politikarar fyrireika seg til kjak um avleiðingarnar av eini ES grundlóg, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins.
Tað er eingin loyna, at eitt aðalendamál hansara í politiska yrkinum hevur verið tættari samstarv við ES, og hevur hann eisini sett hol á kjakið fyrr á politiska leikpallinum við fyrispurningum um ES.

ES grundlógin broytir einki
- Eg gleði meg til kjakið, tí Føroyar vera sjálvsagt ávirkaðar av integratiónsgongdini í Europa í løtuni, og tí mugu vit gera okkum greitt, hvat vit vilja, heldur Kaj Leo Johannesen. Meðan Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum ávarar møguligar avleiðingar, um danir taka undir við eini ES grundlóg og flyta felagsmál í heimastýrislógini úr Keypmannahavn til Bruxelles, sær Kaj Leo Johannesen á ongan hátt vandar, sum kunnu seta fólkaræðið føroyinga í vanda.
- Einasta fyrisitingarliga broytingin er geografisk, at danir møguliga koma at umsita føroysk mál úr Bruxelles, og tí er einki óttast, heldur nýklakti formaður Sambandsfloksins.
Kaj Leo vísir á, at danska grundlógin ikki verður broytt við einum komma, hóast nýggj ES grundlóg verður samtykt, og tískil er talan um framhaldandi føroyska funktión í einum mentum ríkisfelagsskapi.
Formaður Sambandsfloksins undirstrikar mótvegis tjóðveldismótstøðumonnum hansara eisini, at føroyingar hava fullan avgerarrætt sum partur av ríkinum, og at tað er íspunnið tvætl, at fullveldi má fáast í lag til tess at luttaka í europeisku integratiónsgongdini.
- Vit kunnu í prinsippinum melda okkum inn í ES sum partur av ríkinum nær sum helst, og einastu avmarkingarnar er nationali yvirvaldsrætturin, vísir Kaj Leo á.

Nationalstaturin revurderast
Kaj Leo Johannesen sigur, at týdningurin av nationalstatinum í einum alt meiri integreraðum og savnaðum Europa eigur at vera revurderaður av føroyingum, og sjálvur er hann ikki í iva um, at ES einki er at ræðast.
- Um danir velja at flyta nøkur málsøki til ES at umsita, er tað tí, teir eru tryggir við hesum, og eg óttist á ongan hátt avleiðingarnar av hesum fyri føroyingar, sigur Kaj Leo. Hann heldur, at talan er um vinnuligar, handilsligar, uttanríkispolitiskar og trygdarpolitiskar fyrimunir við einum tættari ES samstarvi, og um vit á henda hátt gerast størri partur av samstarvinum, tænir hetta føroysku tjóðini.
Kaj Leo sigur, at við tveimum føroyskum umboðum í danska fólkatinginum hava vit føroysk umboð og allar møguleikar at fylgja við í gongdini, og við hesum fólkatingslimum umframt einum kjaki í Føroyum kunnu vit fyrireika okkum til sjálvi at taka støðu uttan automatiskt at verða drigin við "ígjøgnum bakdyrnar", sum Høgni Hoydal hevur víst á.
Formaður Sambandsfloksins vísir í hesum sambandi á, at Føroya fólk til eina og hvørja tíð skal avgera, í hvønn mun vit skulu luttaka í ES høpi.
- Mótvegis Tjóðveldisflokkinum, sum ikki tordi at spyrja Føroya fólk á sinni, eru vit ikki bangnir at spyrja føroyingar um sína meining viðvíkjandi ES á fólkaatkvøðu, men hetta er nokk longri frammi í tíðini, slær sambandsformaðurin fast.

Einføld grundlóg
ES grundlógin er sambært Kaj Leo ein roynd at savna allar tær traktatir, sum higartil eru gjørdar, og sostatt verða spælireglurnar einfaldari við eini felags grundlóg. Hetta er sambært honum eitt framstig fyri europeisku gongdina og integratiónina, og sigur hann, at við eiga at fyrihalda okkum realistisk til aljtóða gongdina.
- Taka vit Tjóðveldisflokkin, so vil hann ikki vera partur av ríkisfelagsskapinum, og hann vil heldur ikki vera partur av ES. Vit mugu tí spyrja okkum, hvat Tjóðveldisflokkurin í veruleikanum vil, og í hvønn mun hann ynskir at luttaka í altjóða samfelagnum, sigur Kaj Leo Johannesen, sum heldur vil vera partur av integratiónsgongdini og samveldinum við støði í teimum fyrimunum, vit fáa í tættari samstarvi við ES.