Fyrsta Lokal Agenda 21 felagið í Føroyum varð stovnað í Vestmanna sunnudagin. Felagið hevur til endamáls at kunna bygdarfólkið um ymiskt, sum hevur við umhvørvið at gera, til dømis at ráðgeva um urtagarðsrøkt, at geva bygdarfólkinum tilboð um bíligar plantur og runnar, at skipa fyri hugnaløtum við sangi og upplestri, har kjak verður um at fríðka bygdina, umframt at stuðla grønari orku við gransking á økinum.
Finnbogi Joensen, ið var ein av stiðtakarunum til Lokal Agenda 21 í Vestmanna, og sum nú er formaður, sigur at felagið hevur fleiri mál á skránni. Hann nevnir sum dømi, at felagið í næstum fer at skipa fyri tiltaki, har fólk kunnu keypa plantur, og samtíðis fáa urtagarðsráðgeving. Eisini fer felagið at skipa fyri gongutúrum saman við Kunningarstovuni.
- Tað snýr seg at fáa fólkið nærri náttúruni, sigur Finnbogi Joensen.
Burturkast frá skipum
Ein av uppgávunum hjá felagnum verður at skipa so fyri, at minni verður tveitt í havið frá føroysku skipunum.
Ítøkiliga ætlar felagið at arbeiða fyri, at skip í Vestmanna sleppa av við gamlan trolreiðskap, og ætlanin er at gagnnýta gomlu trolini. Í næstum fer Lokal Agenda 21 í Vestmanna at prenta faldarar við upplýsingum til skipini um vandan við at brúka havið sum ruskpláss. Faldararnir verða ikki bert latnir skipunum í Vestmanna, men úr øllum landinum.
Globalt og lokalt
Slagorðið, at hugsa globalt og handla lokalt, er reyði tráðurin í arbeiðnum hjá nýggja Lokal Agenda 21 felagnum í Vestmanna.
- Vit mugu duga betur at umsita skapanarverkið, so okkara eftirkomarum verður lív lagað, leggur Finnbogi Joensen dent á.
Hann vísir á Rio-sáttmálan frá 1992, tá heimsins tjóðir undirskrivaðu ein greiðan málsetning um at ansa betur eftir náttúruni.
Samstarv
Lokal Agenda 21 felagið í Vestmanna ætlar sær at samarbeiða við kommununa um størri verkætlanir, umhvørvinum í bygdini til frama.
Kreftirnar hava higartil verið lagdar í at fáa savnað fólk til sjálvbodna nevndararbeiðið í felagnum, og tískil hava umboð fyri felagið enn ikki tosað við Vestmanna Kommunu.
- Í samband við størri verkætlanir er tað sjálvandi ein spurningur um pengar, men felagið vil so koma við uppskotum og veita ráðgeving, sigur Finnbogi Joensen og vísir á, at kommunan sjálvsagt ikki er bundin at nøkrum.
Grøna bygdin
Í fleiri ár hevur Vestmanna verið undangongubygd á umhvørvisøkinum. Eitt dømi er viðarlundin í bygdini, har hvørt barn eigur sítt træ. Skúlin og barnagarðurin eru sonevndir "grønir" stovnar, og í hesum døgum verða serligar sólcellur lagdar á takið á ítróttarhøllini, ið skulu geva tveir triðingar av streymorkuni til skúlan.
- Hetta er í síðsta enda ein spurningur um hugburð, og um at gera nakað fyri trivnaðin í bygdini, sigur Finnbogi Joensen, og vísir á, at Føroyar eru eftirbátur á umhvørvisøkinum.
Felagið í gongd
Umleið 40 fólk vóru á stovnandi aðalfundi hjá Lokal Agenda 21 felagnum í Vestmanna sunnudagin.
Í nevndina vóru vald Finnbogi Joensen, formaður, ið arbeiðir sum umsjónarmaður í Vestmanna skúla. Hini í nevndini eru Petur Andreasen, arkitektur og byggifrøðingur, Gurið Undir Kletti, bachelor í ráðlegging og náttúru, Sóley Poulsen, bankakvinna og Jógvan í Dávidsstovu, skipari, sum eisini hevur tilknýti til ferðavinnuna. Tiltakslimir eru John Zachariassen, Marner Joensen og Kirsten Jensen.
Finnbogi Joensen sigur, at málið er at fáa alt bygdarfólkið í Vestmanna við í felagið. Men hann leggur samtíðis dent á, at fólk aðrastaðni frá, umframt stovnar og fyritøkur, eru vælkomin at vera við í felagnum.
Limagjaldið er 100 krónur fyri einstaklingar, 150 krónur fyri húski og 500 krónur fyri feløg.