Politikkurin eigur at spretta úr fólkinum. Føroya fólk eigur at sleppa nógv meira framat, heldur Jóhan Dahl, formaður í Føroya Val, lokalfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy.
Hann heldur, at arbeiðið, sum samgongan í løtuni ger við stjórnarskipanini er alt annað enn nøktandi. Hann heldur, at tilgongdin í arbeiðinum at gera eina nýggja stjórnarskipanarlóg ikki livir upp til minstukrøvuni at fyrireika eina slíka lóg.
- Ongar almennar og ítøkiligar viðmerkingar eru til fyriliggjandi lógaruppskot - viðmerkingar, sum skulu brúkast at stuðla seg til í sambandi við tulkingar, sigur hann.
- Ein stjórnarskipanarlóg er nakað heilt serligt - ein fólksins lóg, ein lóg, sum skal halda í nógv ár og ættarlið, rúma komandi neyðugum samfelagsbroytingum og menning, skrivar hann.
- Talan er um eina lóg, sum skal tryggja fólkaræði, frælsi, rættvísi, støðufesti og samanhald, og verja fólkið ímóti politiskari valdsmisnýtslu og skilaleysum handlingum.
Men hetta sæst ikki aftur í tí verandi uppskotið til sjórnarskipan, sum samgongan hevur borðreitt við.
- Almenna hoyringin er farin fram í einum afturlatnum samanhangi, soleiðis at skilja, at fólkið alt og veljararin ikki alment og breitt er sloppin til orðanna og er kunnaður um innihald, endamál, tulkingar og avleiðingar - fólkið hevur ikki fingið høvið andlit til andlit at stilla spurningar og gera viðmerkingar til okkara politikarar. Hetta er ikki nøktandi í einum so týðandi máli, heldur Johan Dahl.
- Vit vita, hvat vit hava, og tað kann ikki vera rætt, at fólkið ikki nágreiniliga veit, hvat tað fær við einari nýggjari stjórnarskipan, sigur fyrrverandi tingmaður Sambandsfloksins.