Hvat er tað besta við, at tað er val?
- At høvi verður hjá borgarunum at rætta samfelagsligu kósina.
Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
- Ógjørligt at siga, men vóni væl fleiri enn við seinasta val.
Hvussu nógvar tinglimir fær flokkurin?
- Vónandi 3 ella 4.
Hvat etur tú valkvøldið og hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur?
- Tá alt er liðugt út móti midnátt góðan drýl við rullupylsu og turrum kjøti.
Hevur tú keypt tær klæði til valstríðið?
- Ja, nýggjan klædning, skjúrtur og slips.
Hevur tú verið hjá frisør?
- Dagin eftir valið varð útskrivað.
Hvør er tað stuttligasta valevnið?
- Tað eru javnaðarvalevnini, tá tey boða frá, hvussu ófør tey eru, og øllum tey ætla at gera, eftir lítið og einki at hava gjørt í 4 ár.
Hvussu nógvar pengar brúkar tú upp á valstríðið?
- Flokkurin fíggjar valstríð okkara, sum man liggja á umleið kr. 3-400.000 fyri øll. Harumframt fáar túsund krónur persónliga.
Hvør verður løgmaður eftir valið?
- Eitt djúpt loyndarmál, sum je ikki farið at siga tær nú, men kanska í morgin. Nei tvætl, ongan varhuga.