Fólkið innaftur í hitan

Fyriskipararnir til Prix Føroyar finaluna 2003 hava nú gjørt av, at áhoyrararnir í salinum og fólkið heima í stovunum frammanfyri skíggjan, skulu fáa ein leiklut til finaluna. Nú sleppa tey nevniliga at atkvøða um, hvør bólkur skal strúka av við sigrinum

Til tvær tær fyrstu Prix Føroyar kappingarnar taldi fólksins rødd við tá avgerðast skuldi, hvør bólkur skuldi sendast víðari í kappingini. Men til triðju ferðina varð fólksins rødd dumpað, tí hon sang ov falskt. Men um vikuskiftið hava fyriskipararnir av Prix Føroyum lovað áskoðarunum innaftur í hitan, og til finaluna sleppa teir at syngja við og hava ein fingur við í avgerðini um, hvør skal strúka avstað við sigrinum.
? Henda broytingin var eitt ynskið frá miðlunum, fyri at fáa hyggjaran og lurtaran meira aktivan, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Prix Føroyum.

2 dómarabólkar

Til finaluna seinast vóru 26 dómarar við til at døma finaluna, og ætlanin er, at tað verður um tað sama hesu ferð.
Dómararnir verða býttir í tveir bólkar, har annar bólkurin er inni í salinum, meðan hin dømir útfrá tí, sum er at síggja í sjónvarpi og útvarpi.
Í fyrsta umfari døma dómararnir eftir vanligu fortreytunum, sum teir hava dømt eftir higartil. Tá verða tríggir teir fremstu bólkarnir funnir, og er tað tá fólkið í salinum, hyggjarar og lurtarar, sum sita heima við hús, sleppa at vera við.
Tá kunnu tey, ið hava hug antin senda eini sms-boð til eitt ávíst nummar ella ringja inn, um tey ynskja at gera seg galdandi í atkvøðugreiðsluni. Tey kunnu tó bert atkvøða um tríggjar teir fremstu bólkarnar í kappingini.
? Tað er ikki uttan so, at dómararnir eru rúkandi ósamdir, og atkvøðurnar tískil verða nøkunlunda javnt býttar út millum teir tríggjar bólkarnar, at hyggjaraatkvøðurnar kunnu gera nakran mun. Tí eru dómararnir so nøkunlunda samdir, sum teir hava verið undanfarin ár, so fer tað ikki at broyta úrslitið, sigur Fróði Vestergaard, sum leggur afturat, at í fjør, tá Clickhaze vann, høvdu hyggjaraatkvøður ikki kunnað broytt úrskurðin hjá dómarunum.
Hann sigur eisini, at munur er á nú, og tá fólk kundu atkvøða úr salinum fyri nøkrum árum síðani.
? Fyrr vóru tað bara fólk í salinum, og ikki tey, sum sótu heima, sum sluppu at atkvøða. Og tá var atkvøðugreiðslan eisini lokal. Var Prixið í Suðuroy, so slapp ein suðuroyarbólkur við. Men nú kunnu øll hava ávirkan, greiðir samskiparin frá.
Tað er tó heilt greitt, at tað eru miðlarnir, sum hava ynskt hesa broytingarnar, og sigur Fróði Vestergaard, at hetta er ein semja, sum er komin í lag millum partarnar.
? Hetta er eisini nakað, sum ger, at SvF kann hava eina so góða sjónvarpssending sum møguligt, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Prix Føroyum, at enda.