Fólkið ger av hvør ræður

- Eg fegnist um, at tað ongantíð áður hevur gingið so væl í Føroyum sum nú, men harmist um, at tað framvegis eru børn og ung, sum detta niður ímillum okkara vælferðarskipanir.

 

 

Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019?  

- Í desember 2019 fingu vit okkara níggjunda ommu- og abbabarn, og hetta er tann størsta signingin, sum er til – hetta at fáa børn og ommubørn. Einki kann máta seg við ta gleði.

Helena Dam á Neystabø sigur seg eisini fegnast um heilsu og førleikar.

- Hetta bleiv eg eisini ámint um at virðismeta í 2017, tá eg breyt mær ryggin. Yvirhøvur havi eg fantastiska nógv at vera takksom fyri – eisini í 2019.

Hon fegnast um, at tað gongur væl í Føroyum – at tað faktiskt ongantíð hevur gingið so væl sum nú.

- Ójavnin millum manna er minkaður. Einki arbeiðsloysi er yvirhøvur, fólkatalið veksur, barnatalið veksur, og mentanarlívið stendur í føgrum blóma. At hugsa sær, at úrmælingar í Føroyum í 2019 settu heimskenda leikin Hamlet upp – so framúrskarandi, at serfrøðingar meta, at henda uppseting av Hamlet var tann besta yvirhøvur í 2019.

Helena Dam á Neystabø vísir á, at hon í 2019 tók avgerð um at gevast í landspolitikki og stillaði tí ikki upp til løgtingsvalið í september 2019.

- Samanumtikið var eg nokkso væl nøgd við tey avrik, vit sum samgonga í farna valskeiði kundu vísa á til løgtingsvalið. Gamaní vóru tað mál, sum vit áttu at verið komin longur áleiðis við.

Hon heldur, at tey eitt nú skuldu verið komin longri við orku- og veðurlagspolitikkinum, og tey skuldu eisini verið komin longur við bústaðarpolitikkinum. 

- Vit skuldu eisini veruliga havt fyribyrgt, at tað enn eru børn og ung í Føroyum, sum detta niður ímillum okkara vælferðarskipanir. Hetta burdu vit havt megnað, heldur Helena Dam á Neystabø.

Hon sigur, at tá hon skal umrøða tað, sum gekk minni væl, so var tað vónbrotið um, at samgonguflokkarnir vóru ov stuttir til tess at kunna halda fram eftir løgtingsvalið. 

- So eftir míni meting gekk løgtingsvalið minni væl. Men, tað er jú styrkin í fólkaræðinum – at fólkið ger av, hvør ræður.

Hvørjar eru tínar vónir og ætlanir eru fyri 2020? 

- Eg havi verið so heppin at sleppa at arbeiða við einari verkætlan, sum skal skipa útbúgving í føroyskum fyri tilflytarar í Føroyum. Tað skal vera mín vón, at vit røkka á mál við hesari verkætlan – í góðum samstarvi millum allar partar. 

Helena Dam á Neystabø heldur ikki, at nakar einstakur spurningur hevur klovið aðrar vælferðartjóðir so dyggiliga, sum júst málið um tilflyting. 

- Mín vón er, at hetta ikki kemur at henda í Føroyum, leggur hon aftrat.

Umhugsar tú eitt nýggjárslyfti?

- Einki soleiðis – annað enn at royna at gera mítt besta, sigur Helena Dam á Neystabø, sum ynskir øllum Føroya fólki eitt gott nýggjár.