- Eg noyðist at arbeiða í kioskini hjá Babba á Eystanstevnu. Men ikki allatíðina, sigur Oda, sum gongur í 9. flokki í Runavíkar Skúla.
Kappróður og fimleikarframsýning verða eisini á skránni hjá Odu, sum sjálv hevur ábyrgdina av einum fimleikaliði hjá Støkk. Náttarlívið er eisini frammarlaga í huga hennara.
- Dansur plagdi at vera í høllini í Ruanvík, men tað hevur verið nokk os vánaligt, heldur Oda, ið kortini heldur dansin vera mest spennandi tiltakið á Eystanstevnu.
- Tað verður serliga stuttligt at hitta fólk, ið koma úr øðrum oyggjum. Tá verður meira lív í, sigur hon.
Oda Ellingsgaard fer í dans við vinkonunum. Ikki við sjeikinum.
- Tá ið mann fer í dans, skal tað vera skeg, sigur hon og brosar ertingarsamt.
Hetta er fyrstu ferð, at Oda fer í dans á Eystanstevnu, sum telur við í kappróðrinum. Og hon ætlar sær at halda á sum longst.










