Í kjalarvørrinum av kreppuni kom nationalisman á dagskránna. Nú ráddi um at finna syndabukkar, og lættast var at útnevna danir. Síðani hava flokkarnir, sum seta lívskorini hjá tí einstaka aftast, gjørt alt fyri at gera danir til fíggindar okkara nr. 1.
Lívskorini hjá fólkinum skulu tigast burtur. Tey halda tað vera alt ov dýrt at veita pensjónistum 10.000 kr. um mánaðin og útvega røktarpláss til tey gomlu, sum ikki klára seg sjálvi heima. Hvussu ofta hoyra vit ikki Høgna Hoydal og floksfelagar hansara ávara ímóti, at Javnaðarflokkurin má ikki sleppa framat aftur, tí so fara teir at oyðsla alt burtur. Við øðrum orðum: Sleppur Javnaðarflokkurin aftur at veita tí gamla eina sámuliga pensjón, tí røktartreingjandi hóskandi røkt heima, í sambýli ella heima við hús, tí sjúka neyðuga heilsubót, tí brekaða hóskandi bústað, tí unga haldgóða útbúgving, ja, so fer loysingin fyri bakka, og tað er fyri teimum tað altavgerandi.
Tað var fólkið, sum lyfti landið úr aftur armóðini. Men tað skal krógvast burtur í evindaliga tosinum um illavorðnar danir og tað nationala frælsið, sum í veruleikanum kann vera ófrælsi hjá tí einstaka.
Vit í Javnaðarflokkinum vilja hava politiska orðaskiftið inn á rætta kós aftur. Vit seta Fólkið Fyrst. Lívskorini hjá fólkinum skal á skránna.
Tað ringasta, sum kann henda, er, um nationalistamótpolarnir Sambandið og Tjóðveldið fáa fótin fyri seg aftur. Eydnast teimum tað, so kunnu vit gloyma vælferðarsamfelagið. Tað má ikki henda.
Eg fari inniliga at heita á allar veljarar um at vísa, at fólkið í Føroyum ikki longur góðtekur, at tokutalan um samband ella loysing skal vera ovast á breddanum. Nú krevja vit, at lívskorini hjá fólkinum koma fremst í politiska kjakið.
Fólkatingsvalið er tí ikki bara eitt svar frá veljarunum um, hvør skal umboða okkum í Fólkatinginum, men enn meira eini boð um, hvønn politikk føroyingar veruliga ynskja:
Fólkið fyrst - so er tað Javnaðarflokkurin
Fólkið afturum í raðið - so Samband, Tjóðveldi, ella Fólkaflokk.
Veljið Fólkið Fyrst - veljið Javnaðarflokkin