Fólki dámar væl lunda

- Lundi er fastur táttur á okkara matarskrá. Vit uppliva mangan, at fólk koma ár eftir ár at eta lunda, sigur Elisabeth Nybo á Viðareiði. Síðani á vári 2003 hevur hon rikið matstovu mitt í bygdini. Her borðreiðir hon við alskyns mati, og serliga tí bjargafuglinum, sum eigur í so stórum tali í Ennibergi.

Hóast matarskráin er fjølbroytt við fiska- og kjøtrættum, er ikki frítt, at bæði føroyingar og útlendingar serliga hava fingið smakkin fyri hesum serstaka rættinum ? lundanum.

Summum dámar væl at fáa fisk til matna, øðrum lambasteik, men ein stórur partur av teimum koma bert við hesum eina í huga.

- Tað eru enntá tey, sum koma fleiri ferðir sama ár, tí teimum dámar hetta so væl, sigur Elisabeth Nybo

Matstovan liggur í stovuhæddini, og tí er einfalt hjá koyristólum at koma innar. Matarskráin varir alt summarið, men ætlanin er at hava ein fjølbroytta buffet hvørt sunnukvøld í august mánaði.