Wolfsburg hevur sum býur eina rættilga stutta søgu. Býurin var gjørdur til arbeiðsfólk hjá Volkswagen fyri seinna heimsbardaga, og framvegis snýr nógv seg um VW, sum hevur verksmiðju og høvuðssæti í býnum.
Í dag hevur fótbóltsfelagið í býnum vunnið sítt fyrsta meistaraheiti nakrantíð. Wolfsburg spældi á heimvølli ímóti Werder Bremaen og skuldi hava minst javnleik fyri at halda stórfelagið Bayern aftanfyri seg.
Og Wolfsburg lat ongan iva verða um úrslitið - felagið vann heili 5-1 á Werder Bremen.