Seinastu trý árini hevur tað verið ein óvanliga stórur fólkavøkstur í Føroyum, og enn er onki, sum bendir á, at ferðin í vøkstrinum er við at hæsa av.
Tað staðfestir Hagstovan, nú fólkatalið í Føroyum aftur er gjørt upp.
Hagstovan sigur, at tað er heldur hinvegin, at vøksturin tekur dik á seg og útlit eru fyri, at tann fyrsta august fer fólkatalið í Føroyum at veksa eini 300 ella 400 fólk afturat.
Hagstovan sigur, at hetta seinasta árið frá apríl í fjør til apríl í ár, vaks fólkatalið í Føroyu, 765 fólk.
Hagstovan sigur, at 1. mai búðu 50.101 fólk í Føroyum, men serliga í august er tann stóri fráflytingarmánaðurin, tá ið ungfólk fara av landinum at lesa, men Hagstovan væntar ikki, at tað fer at føra til nakað serligt afturstig í fólkatalinum.
Fremsta orsøkin til at fólkatalið veksur, er, at tað flyta nógv fleiri fólk til Føroya, enn tað flyta úr Føroyum. Í fjør fluttu 1.191 fólk av landinum, men tað fluttu 467 fleiri til Føroya
Nettotilflytingin er nú tann størsta síðani 2001 og samstundis er burðaravlopið tað størsta síðani 2007. Hetta seinasta árið eru 395 fólk deyð í Føroyum, men tað vórðu fødd 290 børn fleiri.