Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.
##med2##
Tendensurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum. Tað ger, at vit kunnu samanbera fólkatalið mánaðarliga, hóast mánaðirnir eru ymiskir. Við rákinum kunnu vit til dømis samanbera juli og august, hóast juli er stóri tilflytimánaðurin, og august hinvegin er stóri fráflytimánaðurin.
##med3##
Nettoflytingin
Rákið vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í einari fastari legu um 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í 150 mánaðarliga, og tilflytingin sær út til at halda fram at vaksa, skrivar Hagstovan.
Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú á leið 50 fólk mánaðarliga.
##med4##
Burðaravlopið
Tendensurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men at rákið síðstu tvey árini gevur eina ábending um, at talið av føddum børnum nú spakuliga tykist at økjast upp í eini 60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital á eini 700 árliga, og so høgt hevur tað ikki verið síðstu 14 árini, skrivar Hagstovan.
Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um stívliga 30 mánaðarliga.
Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí um 20-30 fólk mánaðarliga.
Les meira her: Vøksturin í fólkatalinum hevur sett nýtt met
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er, at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.