HESUM boðaði Helena Dam á Neystabø frá í einum svari til fyrispurning frá Óla Breckmann. Sambært svarinum minti uppskotið so nógv um uppskot Fólkafloksins um eina »fólkatrygging«, at Óli Breckmann tók ímóti svarinum við lógvabrestum oman fyri skallan.
MEN uppskotið kom ikki tá. Uppskotið kom heldur ikki í seinastu tingsetu. Og ætlanin fær lítla umrøðu í ólavsøkurøðu løgmans. Tó verður sagt, at Almanna- og Heilsumálastýrið nú tingast við fakfeløgini um, hvussu tann nýggja individuella eftirlønarskipanin kann samskipast við tær skipanir, sum fakfeløgini hava í dag.
ONKI verður sagt um, hvussu tað prinsipiella grundarlagið er. Men umrøðan á tingi í seinastu viku bendi á, at tað framvegis verður arbeitt eftir tí leisti, sum fólkatrygging Fólkafloksins var skorin eftir.
TÁ henda ætlanin varð almannakunngjørd fyri hálvum øðrum ári síðani elvdi tað til mikið rok. Fleiri tjóðveldisfólk og tjóðveldisfeløg vendu sær frá ætlanini. Orsøkin var, at hon kvetti við tað samhaldsføstu skipan, sum Tjóðveldisflokkurin var við til at samtykkja í síni tíð. Ein skipan, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og nú eisini Sjálvstýrisflokkurin hava virkað ímóti.
UMRØÐAN í fjølmiðlunum avdúkaði, at skipanin var ikki samhaldsføst og at hon var alt annað enn løtt at seta í verk. Men sjóforkláringin hjá nýggju tjóðveldisleiðsluni var, at fólkapensjónin skuldi gerast til samhaldsfastan fólkapensjónsgrunn ? sum um fólkapensjónin ikki er samhaldsføst.
ÍSTAÐIN fyri eisini at ganga undir politikk Fólkafloksins á hesum øki, áttu Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin heldur at bøtt um ta samhaldsføstu skipan, sum grundarlag jú er lagt undir.
HENDA skipan gevur øllum somu eftirløn. Líka mikið, hvussu nógv er goldið inn. Mótvegis uppskoti Fólkafloksins, sum gevur teimum, sum hava forvunnið mest, størstu eftirlønina, meðan láglønarbólkar og pensjónsmóttakarar verða við sviðusoð,