Fólkatrygging - rættvís eftirløn

? Fólkaflokkurin vil fegin skunda undir ein pensjónsreform við føstum persónligum inngjaldi burtur av tí skatti, ið øll gjalda og sum yvir eitt áramál við rentutilskriving hevði klárað at høkkað allar pensjónir við fleiri túsund krónum um mánaðin.

Hetta sigur Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins á tingi í viðmerkingum til fyrispurning, hann setti Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismanni.

Eirikur Lindenskov


Spurningarnir vóru soljóðandi:

1. Hvussu gongst hjá nevndini, sum landsstýrismaðurin í almannamálum setti í seinastu tingsetu til at kanna pensjónsøkið?

2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at farast kann undir tann stóra pensjónsreformin, sum samgongan setti út í samgonguskjalið?

Óli Breckmann vísti á, at Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin í samgonguskjalinum eru samdir um, at pensjónsøkið er afturúrsiglt, og at tað tí skal takast til viðgerðar. Hann sigur, at endamálið hjá teimum trimum samgonguflokkunum er, at øllum verður veitt ein trygg og rættvís eftirløn.

Óli Brecmann vísir á, at nú er væl fráliðið, síðani nevndin varð sett, og hann vil fegin síggja eitt úrslit.

? Tingið arbeiðir í løtuni við javning av pensjónum. Lógin kostar 20 mió kr at seta í verk. Tað er stór einstøk játtan, men virkningurin fyri hin enstaka pensjónistin er ikki nøktandi, bert nakrar fáa 100 kr í part - eitt prógv fyri, at verandi pensjónsskipan ikki er nøktandi, sigur Óli Breckmann.

Hann heldur tí, at størr stig mugu takast

? Tíðin er yvirbúgvin til, at allir øfroyingar, sum enn ikki hava eina eftirlønarskipan út yvir fólkapensjónina, skjotast fáa eina persónliga pensjónstrygging, sum verður fíggjað við uppsparing yvir goldna skattin og yvri arbeiðsmarknaðin.

Óli Breckmann heldur, at tann »fólkatryggin« sum Fólkaflokkurin hevur skotið upp, hevði virkað soleiðis, at um 6-7% av útgoldnari miðal løn vórðu tikin burtur av skattinum, sum hvør løntakari, sum er, rindar hevði henda samansparing á eina persónliga pensjónstrygging hjá tí einstaka løntakaranum eftir fáum árum ført til, at mánaðarrliga pensjónsupphæddin hevði hækkað fleiri túsund krónur, segði Óli Breckmann, tá hann setti fyrispurningin fram fyri fýra mánaðum setti fyrispurningin fram.