Mannbjørn Jacobsen
???????????
Fólkatingsvalið nú um fáar dagar, er eitt av vanligu taktisku donsku valunum, fyri at styrkja støðuna hjá sitandi stjórn, við møguleikanum, at sleppa frá at koma í veikari støðu, tá val undir øllum umstøðum skal verða, 4 ára skeiðið runnið.
Fogh, ella rættari tulkingar av hugsan hansara, hevur longi høtt við vali, men nú helt hann, at rætta tíðin var, nú veljarakanningar hjá andstøðuni eru so vánaligar.
At hava val í úrtíð, tá stjórnin er væl fyri, andstøðan illa fyri, í veljarakanningum, er møguligt í fleiri londum, ikki øllum, ikki í USA td.
Hóast valið av øllum verður mett eitt lagnuval, er áhugin ikki tann stóri, raksturin minni enn vanligur. Kanska halda flestu, at ongin spenningur er, alt er avgjørt frammanundan.
Veljarakanningar higartil geva ikki meir og minni skipaðu andstøðuni nakran møguleika. Onki tykist benda á, at nakað stórvegis broytist har.
Nýggjasta preiið er, at Radikalu verða óvanliga stórur sum flokkur, kanska fer tað at misseydnast í seinasta enda. Onkur tosar um eitt skifti yvir í eitt nýtt spenni, ístaðin fyri vinstra, høgra, so tað eru Radikalu, Dansk Folkeparti, har høvuðsanstøðurnar eru gamla Danmark, Altjóða samfelagið (Globaliseringin), innflytaraspurningurin og vitanar samfelagið, ella rættari skapanarsamfelagið, har gomlu vóru stættir og stættarhugmyndafrøðir. Neyvan eru teir mentir tað.
Ein klár gongd er ávís polarisering nær miðjuni um Venstre øðrumegin og sosialdemokratíið, Radikalu, SF hinvegin, við smáu miðflokkunum úti.
Hetta fer neyvan at broyta stjórnarmøguleikan, um nýggjur møguleiki við gamla VKR bjóðar seg um Venstre hesaferð, til tað er ov stórur munur á Venstre og Radikalu í øðrum enn útlendinga málum, skúlamálum td.
At Radikalu verða eins stórir og sosialdemokratarnir, so teir høtta leiðandi plássið har, er ikki møguleiki í álvara, so nógv náa sosialdemokratarnir ikki at dumma seg.
Mest hugsandi er at stjórnin framheldur, hendir okkurt heilt óvæntað ikki, styrkt, andstøðan framheldur sum andstøða, sosialdemokratarnir eitt sindur slignir fyri nevið, Radikalu við einari styrki, teir ikki reiðiliga kunnu brúka til nakað, SF møguliga styrkt eisini, eindarlistin um tað sama.
Vónleysir leiðslutrupulleikar eru í flestu flokkum, uttan eindarlistin, har ongin leidsla er, minst kanska í Radikalu, har rímulig boð bjóða seg.
Ráðharramøguleiki hjá SF, sum nú var í ljósmála, verður av ongum (hesaferð). Ongin greiður útskiftingar leiðari er at hóma, antin eru teir ov gamlir, ella annaðleiðis fólkaslag, enn vant har.
Sosialdemokratarnir hava onki veruligt annað boð enn Lykketoft, Auken kemur neyvan aftur í formanssessin. Møguleikin við New Labour byrjaður av Nyrup, er brádliga vendur frá, heilt óvæntað, fólk á goymslu, heilt frá ungdóms uppreistrinum aftur úti á vøllinum. Helst var tað hesin løgni talvleikur, sum fekk Fogh at skriva val út so brádliga.
Á nógvan hátt ber valið merki av, at politikkurin hjá sosialdemokratunum er uppbrúktur. Eitt lið av vinstravongsfólki heilt frá 69, er komið á ovasta tind í flokkurin. Á hesi leið er allur vinstravongspolitikkur lagdur eftir, so tá tað ikki rakk, allur vanligur sosialdemokratiskur politikkur, so sum ein sannførandi kritiskur stuðul til USA, fakfelagstilknýti, egin innflytarapolitikkur, skatta og búskaparpolitikkur er veikur at hóma hjá veljarum. Alt fyri at náa tað. Nú sær út til, at ikki ber meir.
Nakað í politiska bygnaðinum ger tað truplari at vera sosialdemokratur í dag, enn áðrenn Glistrup syndflóðina, Dansk Folkeparti ger tað verri, klovnaríið er av, yvirboðspolitikkurin er ikki so nógv meir, men flokkar í høgra bjóða seg fram við sosialdemokratiskum málum á skránni, sum teir gera nógv burturúr, eldrabólkurin er stórur í dag. Nógv er eyðmýkjandi fyri sosialdemokratar at hoyra. Teir kallað tað hýklarí og demagogi. Tað virkar eins væl.
Hetta høgraskrædl má vera komið í, tí teir hava mist hald á egnum veljarum í stóran stíl. Hugmyndafrøðiligir áhugar, uttan áhuga, mugu havt køvt nak-að av vanliga skilinum.
Høgrasíðan flennir eftir, at "Lykketoft er godt pakket ind" við myndamáli frá fótbóltsdystum.
Opningin av meginpartinum av politiska vøllinum heilt til til vinstru fyri soasialdemokratarnar og lutvís SF, fyri lættisoppafólk, sum fær til gávis eitt spælipláss, er úrslit av dogmatiskari, sekterismu í vinstraflokkum, uttan áhuga, men bara fyri at verja áhugamál hjá smábólkum, er eyðkent fyri Danmark frammum øll lond.
Tungt er at koma úr hesum aftur, tí hvørt eftir sínum er, og knýpandi nóg stórur álvara er í øðrum pørtum av flokkunum.
Høvuðstrupuleikin er, at tað letur til, at leikluturin á fremstu rók tykist fremmandur, og hevur ikki upprunaliga verið ætlaður, men politisering longri úti á síðulinjuni.
Syrgiliga er, flennir høgra síðan eftir, at nógvir sosialdemokratar eru til, teir sóknast aðrastaðir. Onkur segði at leiðslan var á vinstravonginum men hevði ongan flokk.