Kamal Qurechi, sum er fólkatingsmaður hjá Sosialistiska Fólkaflokkinum, er meldaður til løgregluna fyri svik Sambært Ekstrablaðnum er Kamal Qurechi meldaður fyri at hava undirskrivað teldubrøv og fyri at hava tikið ímóti pengum í navninum hjá persóninum, sum nú hevur meldað hann.
Kamal Qurechi leigar eina stóra ibúð í Keypmannahavn. Hann hevur leigað ein part av íbúðini út og kvittað fyri goldna leigu í navninum hjá eigaranum. Tað góðtekur eigarin ikki og hevur nú meldað fólkatingsmannin til løgregluna.
Kamal Qurechi sigur við Ekstrablaðið, at hann hevur gjørt eitt mistak, men hann avsannar, at tað hevur nakað við svik at gera.
Sambært Ekstrablaðnum snýr málið seg ikki bara um pengar og svik, tí eigarin og Kamal Qurechi eru eisini ósamdir um sjálvt leigumálið, skrivar blaðið.