Fólkatingsmaður heldur røðu fyri strandingum

Flaggdagshald verður á Strondum í morgin

Í morgin, 25. apríl er flaggdagur og tann dagurin verður eisini hátíðarhildin á Strondum. Tiltakið byrjar við Sjóvarlon klokkan 17, haðani skrúðgonga fer til bygdarhúsið, har Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, heldur flaggrøðuna.

Aftan á verður ein drekkamunnur í bygdarhúsinum, har eisini onnur tiltøk eru á skránni.