Fólkatingslimir varðveita 60 ára pensjónsaldur

Tað er ikki bara í Føroyum, at politikarar halda, at teir skulu hava nógv betri pensjónsviðurskifti, enn fólk annars. Fólkatingið í Danmark hevur í morgun við stórum meiriluta avvíst at broyta pensjónsviðurskiftini hjá politikarum, so teir fáa somu treytir sum vanlig fólk.

Soleiðis kunnu fólkatingslimir framvegis fara frá við pensjón sum 60 ára gamlir. Sami meiriluti avvísti eisini, at lønin frá Fólktatinginum skal mótroknast, um teir fara úr Fólkatinginum og út á arbeiðsmarknaðin.

Soleiðis kann til dømis Malou Aamud úr Vinstra, sum leggur tingsessin frá sær í næsta mánaði fyri at gerast leiðari í privata vinnulívinum, fáa eina heila ársløn frá Fólkatinginum upp á 600.000 krónur umframt, samstundis sum varafólkið hjá henni eisini fær eina ársløn.

Seks løgtingsfólk í Føroyum hava boðað frá, at tey ikki stilla uppaftur. Tey fáa eisini sína løn í upp til eitt hálvt ár, hóast tey fara í annað starv.

Meðan løgtingið vil, at vanligi føroyingur skal spara saman 15 prosent í pensjón, so fáa landsstýrisfólk tað sum svarar til 150 prosent oman á lønina, tí tey fáa fulla pensjón eftir einans átta árum.

Tað er Eindarlistin í Danmark, sum hevur reist málið í Fólkatinginum, og Per Clausen úr Eindarlistanum kallaði tað striptease fyri opnum skíggja, at Fólkatingið avvísti uppskotið, samstundis sum samáðst verður um at hækka pensjónsaldurin hjá vanliga fólkinum.

- Hetta er grovt hykl, og tað ger tað trupult at greiða frá, hví tað er neyðugt, at fólkatingslimir fáa eina ordiliga løn, segði Per Clausen.

Bara Dansk Folkeparti og Liberal Alliance stuðlaðu Eindarlistanum.

Hinir flokkarnir hava eina semja um lønar- og eftirlønarviðurskiftini hjá politikarunum, sum semja ikki er um at broyta.