Fólkatingið viðger uppskot um føroyska hertænastu

Føroyingar og grønlendingar skulu hava somu skyldu at gera hertænastu, sum danskarar hava.


Hetta uppskot skal Fólkatingið viðgera á fundi í dag.

Tað eru Marie Krarup, Søren Espersen og Martin Henriksen, fólkatingsfólk fyri Danska Fólkaflokkin, sum hava lagt uppskotið fyri Fólkatingið.

 

Uppskotið kalla tey: »Forslag til folketingsbeslutning om ligestilling mellem alle dele af rigsfællesskabet med hensyn til aftjening af værnepligt«.

 

Tey vilja hava, at Fólkatingið áleggur stjórnini at taka neyðugu stigini til at broyta lógina soleiðis, at allir partar av ríkisfelagsskapinum verða javnsettir, tá tað snýr seg um at gera hertænastu.

  

– Talan er um tríggjar javntsettar partar í ríkisfelagsskapinum, og borgarar eiga tí at viðgerast líka í mun til møguleikan fyri at kunna gera hertænastu. Allir fólkabólkar í ríkisfelagsskapinum eiga at vera ein partur av verjuni og tilbúgvingini, sigur flokkurin.

 

– Bæði Grønland og Føroyar ynskja meira sjálvstýri, og tað er sjálvsagt, at grønlendska fólkið og føroyska fólkið sjálvt eru við til at manna verjuna og bjargingartilbúgvingina í teirra egnu økjum, heldur Danski Fólkaflokkurin.

Fólkatingið viðger í dag uppskotið, men mett verður, at tað hevur lítlan møguleika at verða samtykt. Fundurin í fólktatingssalinum byrjar kl 12.00.