Mikudagin skal formansskapurin í danska fólkatinginum taka støðu til, um politikararnir framhaldandi skulu sleppa at roykja á skrivstovum sínum. Starvsfólk á Christianborg krevja, at politikararnir ikki roykja har, og vísa til nýggju roykilógina. Men løgfrøðingar hjá fólkatinginum siga, at henda ikki umfatar einstøku skrivstovurnar. Jørgen Arbo-Bæhr, framsøgumaður í heilsumálum hjá Enhedslisten, sigur sambært BT, at um formansskapurin játtar royking á skrivstovunum, so verður fólkatingið meldað til Arbeiðseftirlitið tann 15. august klokkan átta, tá lógin kemur í gildi.