Fólkatingið er felagstingið hjá øllum, sum hava sama ríkisborgarararætt


 

Edmund Joensen


Tað er tí so ómetaliga týdningamikið, at umboð við hjartanum á røttum stað verða vald í hesar týdnigarmiklu sessir. At fólkatingssesssirnir ikki verða mannaðir av hálvhjartaðum umboðum úr Føroyum. Og slettis ikki av loysingarumboðum hvørs fremsta mál er at avtaka fólkatingssessirnar.

Hvussu vit enn seta tingini upp, so er útsýnið best og brúgvin út í heim nógv best vard ígjøgnum ríkisfelagskapin.

Fyri okkum í Sambandsflokkinum er altavgerandi spurningurin. Hvør arbeiðsháttur við onnur lond gevur okkum føroyingum bestu sømdir og flestu menningarmøguleikar á øllum økjum.

Hvussu eru vit sum lítið land best vard ímóti hóttanum á penigaøkinum, á verjupolittiska økinum, sum á so nógvum øðrum økjum. Hvussu eru vit sum lítið land best vard í stór pollittiskum høpi? À hvørjari brúgv er útsýnið best. Hvussu tryggja vit okkara fólki bestu atgongd til útbúgving og gransking o.s.fr.

Vit sambandsfólk krevja nógv størri albogarúm - vit vilja ígjøgnum ríkisfelagskapin hava allan alltjóða pallin at virka á. Vit sambandsfólk hava nógv størri visiónir enn loysing og fullveldi rúma.

Felags lóggávuting

Føroyar og Grønland hava meira enn fulla umboðan í Fólkatinginum, mált eftir fólkatalinum. Fólkatingið er lóggávutingið hjá øllum borgarum í ríkinum í felags málum.

Fólkatingið varar av felagsøkjunum, varar av felags fíggjarlógini fyri alt ríkið, sum umfatar Danmark, Føroyar og Grønland. Tað vil siga blokkinum og játtanunum uttanfyri blokkin so sum verjumál, utttanríkismálum, ambasadum, dóms og rættarmálum. o,m a.

Trý lógávuting eru í samlaða kongaríkinum - Fólkatingið, Føroya Løgting og Grønlendska Landstingið.

Føroya Løgting og Grønlandska Landstingið lógeva einsimøll í yvirtiknum málum. Ì felagsmálum, tað vil siga, uttanríkismálum, verjumálum, dóms og rættarmálum, familjumálum, kirkjumálum o.ø. er skipanin tann, at Føroya løgting og Grønlanska landstingið gera ríkislógartilmælir. Lógirnar kunnu setast í gildi í Føroyum og Grønlandi ella ikki. Lógirnar kunnu her umframt verða tillagaðar føroysk ella grønlendsk viðurskifti.

Hvussu vit enn seta tingini upp, so sleppa vit ikki uttanum tann veruleika, at brúgvin út í heim er nógv breiðari og nógv best vard ígjøgnum ríkisfelagsskapin.

Tí er so týdningarmikið, at vit sum hava størstu hugsjónirnar, breiðastu visiónirnar, standa saman til folkatingsvalið.