Fólkatalið veksur við somu ferð

Fólkatalið í Føroyum veksur 70 fólk – um mánaðin

Fólkatalið í Føroyum heldur fram at veksa við somu ferð. Hagstovan sigur, at fyrsta mars í ár búðu 52.337 fólk í Føroyum. Tað eru 841 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani, og sostatt veksur fólkatalið umleið 70 fólk – um mánaðin.

Tað merkir, at fólkavøksturin, sum av álvara tók dik á seg fyri seks árum síðani, heldur fram at kalla óbroyttur tí síðani tá hevur tað verið ein javnur vøkstur.

Hinvegin vísir tað seg, at miðalaldurin av føroyingum er munandi hækkaður seinastu árini. Í 1985 vóru 64,8 prosent av føroyingum undir 40 ár og 35,5 prosent av føroyingum vóru 40 ár, ella eldri.

 

##med2##

Men nú er er munurin minkaður niður í einki, tí nú eru tað bara 51,3 prosent av føroyingum, sum eru undir 40 ár.

Tað er serliga talið á pensjónistum, sum er hækkað í 1985 vóru 9,5 prosent av føroyingum yvir 67 ár, men nú er talið komið upp á 15,4 prosent.