Hvønn 11. juli síðan 1990, hevur ST sett sjóneykuna á íbúgvaratalið í heiminum.
Millum annað við at almannakunngera ymisk hagtøl um til dømis íbúgvar, samanseting av fólki og fólkavøkstur. 11. juli er í dag og her er nøkur av teimum nýggjastu hagtølunum, sum er almannakunngjørd:
- Íbúgvaratalið í heiminum er í dag nærum 7.6 milliardir.
- Tað leggjast umleið 83 milliónir afturat árliga, hóast burðartølini hava verið í minking í fleiri ár
- Framskrivingar vísa, at í 2030 búgva 8.6 milliardir í heiminum, 9.8 milliardir í 2050 og í 2100 búgva umleið 11.2 milliardir í heiminum
- Tað verða fægst børn pr. kvinnu fødd í Evropa, 1.6 børn pr. kvinnu. Talið er hægst í Afrika, har tað verða fødd 4.7 børn pr. kvinnu.
- Í 2050 búgva umleið helvtin av fólkunum í nýggju londum: USA, India, Kongo, Nigeria, Uganda, Etiopia, Pakistan, Tanzania og Indonesia.
- India fer væntandi at gerast heimsins fólkaríkasta land í 2024. Í India búgva í løtuni 1.3 milliardir og í Kina búgva 1.4 milliardir.
- Størsti fólkavøkstur er í Afrika og mett verður, at helvtin av øllum fólkavøkstri inntil 2050, fer at fara fram í Afrika