Tann 1. mars var fólkatalið í Føroyum 50.750. Seinasta árið er fólkatalið vaksið við 760 fólkum – tað svarar til 1,5 prosent.
Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Fólkavøksturin kemur av nettotilflyting, sum var 551 fólk, og av burðaravlopi á 209 fólk.
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum uttan í Sandoy. Lutfalsliga er nógv størsti vøksturin í Eysturoy, og hóast fólkatalið er næstan tað dupulta í Tórshavnarøkinum, er vøksturin í tali eins stórur í Eysturoy sum í Tórshavnarøkinum
Eftir Eysturoyar sýslu við 2,4% er størsti lutfalsliga vøksturin í Streymoyarøkinum uttan fyri Tórshavnarøkið við 1,8%. Síðan er vøksturin javnt stórur við 1,4-1,5% í Norðoyggjum, Tórshavnarøkinum og Vágaøkinum. Síðani er eitt lop niður til Suðuroy við 0,5%, og beinleiðis minking er í Sandoyar sýslu við 0,8%.










