Fólkatalið veksur í Klaksvík

Frá 1. januar til 30. september í 2011 er íbúgvaratalið í Klaksvíkar Kommunu økt við hálvthundrað, meðan tað í restini av landinum er minkað við stórthundrað.

Síðani kreppuna í nítiárunum hevur gongdin í Klaksvíkar Kommuna verið tann, at meðan inntøkan hjá íbúgvunum er vaksin, so hevur fólkatalið yvirhøvur staðið í stað.

Henda gongd hevur verið galdandi í nógv ár, og skal tí ansa sær fyri at gera nakra nýggja niðurstøðu út frá einum einstøkum ári, men tá ið hetta er sagt, so skerst ikki burtur, at hagtølini higartil í 2011 geva nýggjar ábendingar.

Hetta skrivar www.nordlysid.fo í grein, sum vit her endurgeva, har blaðið viðgerð tey feskastu tølini um gongdina í íbúgvaratalinum.

+1% í Klaksvíkar Kommunu –0,25% í landinum annars

Hóast talan bert er um tríggjar fjórðingar av einum ári, so má sigast, at gongdin í fólkatalinum higartil í 2011 er hugalig í Klaksvíkar Kommunu, sum hetta tíðarskeiðið er

Higartil í 2011 er íbúgvaratalið í Klaksvíkar Kommunu økt við 51, úr 4810 upp í 4861, sum svarar til umleið pluss eitt prostent. Samstundis er íbúgvaratalið í landinum annars minkað við 116, úr 43677 niður í 43561, sum svarar til umleið minus eitt kvart prosent.

40% minni fráflyting í Klaksvík enn aðrastaðni

Hagtølini avdúka eisini, at hvørki talið av føðingum, andlátum ella tilflyting pr. íbúgvara er øðrvísi í Klaksvíkar Kommunu higartil í 2011 enn tað er í restini av landinum.

Hinvegin hevur fráflytingin úr Klaksvíkar Kommunu higartil í 2011 verið munandi minni enn í restini av landinum, og tað er hetta, sum ger allan munin.

Meðan til- og fráflytingin úr Klaksvík higartil í 2011 hevur verið +3,78% og –2,93%, tvs. netto +0,85%, so eru tey fyri restina av landinum +4,15% og –4,81%, tvs. netto –0,66%.

Nú eru tey 100 fólk á Norðoyri

Innanhýsis í kommununi er gongdin eitt sindur ójøvn í ymsu bygdunum, tí meðan Ánirnar, Árnafjørður, Klaksvík og Norðoyri hava vøkstur, gongur tað hinvegin í Svínoy og Mikladali, samstundis sum Trøllanes hevur óbroytt fólkatal higartil í 2011.

Í tølum er ikki talan um stórar broytingar, men í prosentum eru broytingarnar størri, tí summar av bygdunum eru smáar, og broytingar merkjast tí eisini væl.

Sjálvur býurin Klaksvík er higartil í 2011 vaksin við 34 íbúgvum, sum er nakað minni enn eitt prosent. Hinvegin eru tey 8 fleiri í Ánunum, sum svarar til 33%, meðan vøksturin í Árnafirði er 4 íbúgvarar, sum har svarar til 8%.

Mest støðugi vøksturin í íbúgvaratalinum seinastu tíðina hevur verið á Norðoyri, sum higartil í 2011 er økt við 13 íbúgvum, úr 87 upp í 100 – ein vøkstur upp á 15%.

Borgarstjórin fegnast um hugaligu hagtølini

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, fegnast um positivu gongdina í íbúgvaratalinum higartil í 2011.

- Hetta er hugalig hagtøl, tí hóast vit sjálvandi ikki kunnu gera niðurstøður út frá einum so avmarkaðum tíðarskeiði, so fegnist eg um hesar ábendingarnar, sum gongdin higartil í 2011 hevur givið okkum.

- Eitt nú er tað hugaligt at síggja, hvussu nógv Norðoyri er vaksin hesi seinastu árini, og eg vóni, at gongdin higartil í ár er tekin um, at vit tey komandi árini fara at uppliva vøkstur í fleiri pørtum av kommununi.

Norðoyatunnilin og vinnuliga menningin

- Síðani Norðoyatunnilin kom í 2006, hava vit fleiri ferðir hoyrt sagt, at hann ikki hevur skapt tann vøkstur, sum roknað varð við, men sjálv havi eg ongantíð ivast í, at fasta sambandið hevur havt og fer at hava ein sera stóran týdning fyri menningina her í kommununi.

- Eingin ivi er um, at Norðoyatunnilin hevur givið grundarlag fyri fleiri av vinnuligu framtøkunum, sum eru gjørd her í kommununi seinastu árini.

- Hetta hava vit eisini sæð aftur í skattainntøkununum hjá kommununi, og vón mín er, at vit nú eisini fara at merkja sama vøkstur í íbúgvaratalinum, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri, á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.