Frá ársbyrjan til 1. oktober 2007 minkaði fólkatalið í Suðuroy 28. Har búgva nú 4.910 fólk Um fólkatalið minkar 11 afturat, er tað fyrstu ferð síðani 1921, at Suðuroyggin hevur færri enn 4.910 íbúgvar. Tað skrivar Suðurrás.
Tey seinastu tølini vísa, at Sumbiar kommuna stendur í stað, Vágs og Porkeris kommunur vaksa eitt lítið vet, meðan allar hinar kommunurnar í oynni missa fólk.
Hvalba er minkað úr 765 í 762 fólk, Tvøroyri úr 1.819 niður í 1.793, Fámjin úr 113 í 110 og Hovs kommuna úr 125 í 120 fólk. Í Porkeri eru tey vorðin tvey fleiri og eru nú 335, í Vági er tey blivin sjey fleiri og eru nú 1.407. Í Sumba stendur fólkatalið í stað við 383 fólkum.