Fólkatalið í Suðuroy er økt við 6 fólkum higartil í ár

Sumba er tann bygdin í Suðuroy, har fólkatalið er økt mest higartil í ár. Fólkatalið í Suðuroy er økt við 6 fólkum higartil í ár.

Størsta økingin er í Sumba, sumbingarnir eru nú 7 fleiri enn teir vóru í januar, men fólkatalið økist eisini aðrastaðni í Suðuroy: í Porkeri við 4 fólkum, í Vági við 4 fólkum, í Froðba við 3 fólkum, í Hovi við 1 fólki og Akrar við 1 fólki - tilsamans 20 fólk.

Men nakrar bygdir eru, har fólkatalið er í minking: Hvalba 6 fólk, Tvøroyri 3 fólk, Sandvík 2 fólk, Trongisvágur 1 fólk, Øravík 1 fólk og Fámjin 1 fólk - tilsamans 14 fólk.

Í Øravíkarlíð, Lopra og Vikarbyrgi er eingin broyting.

Í januar búðu 4903 fólk í Suðuroy og 1. mai búðu 4906 fólk har, ein øking uppá 0,12%.