Fólkatalið minkar sunnanfjørðs

Talið á íbúgvum í Suðuroyar sýslu minkaði við 47 fólkum frá 1. januar til 1. desemer 2008. Hetta er ein minking uppá 1 prosent. Sama tíðarskeið minkaði talið á íbúgvum í Sandoyar sýslu við 12 fólkum, ið er ein minking uppá 0,8 prosent.

Fyrstu ellivu mánaðirnar av 2008 vaks talið á íbúgvum í Føroyum við 341 fólkum, ið er ein vøkstur uppá 0,7 prosent, skrivar Hagstovan.