Fólkatalið minkar mest í Sandoy

Fólkatalið í Sandoy heldur fram at skrambla niðureftir.

Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir gongdina í fólkatalinum

Uppgerðin vísir, at hóast fólkatalið í Føroyum er vaksið sjey fólk hetta síðsta árið frá 1. mars í fjør til 28. februar í ár, er rættiliga stórur munur á, hvussu gongdin er í teimum ymsu økjunum.

Men lutfalsliga er afturgongdin størst í Sandoy.

Á Sandi minkaði fólkatalið heili 27 fólk, ella 5%, úr 537 fólkum, niður í 510 fólk. Í Skálavík minkaði fólkatalið eisini 5% úr 160 niður í 152 fólk og í Húsavík minkaði tað 4%, úr 126 fólkum, niður í 121 fólk.

Einasta bygd, sum helt stand, var Skopun, har fólkatalið vaks eitt fólk, úr 459 fólkum, upp í 460 fólk.

Serliga á Sandi sæst, at tað er fráflyting, sum ger um seg, tí har var fráflytingin 25 fólk og harafturat var burðaravlopið so tvey fólk.

Í tølum eru broytingar størri onkra aðrastaðni, men í upp á seg er minkingin størst í Sandoy.

Síðst í februar búðu sostatt 1243 fólk í Sandoy, afturímóti 1282 fólkum fyri einum ári síðani. Sostatt er minkingin í Sandoy 39 fólk, ella 3%.