Fólkatalið í Japan fer at minka nógv

Fáa kvinnurnar í Japan ikki fleiri børn enn nú, fer fólkatalið í landinum at minka niður í ein triðing, áðrenn hendan øldin er runnin. Tað vísir ein nýggj forsøgn, sum myndugleikarnir hava almannakunngjørt í dag.

Sum er búgva 127,7 milliónir fólk í Japan, men forsøgnin sigur, at í 2060 verður fólkatalið 86,7 milliónir, og at tað kemur niður á 42,9 milliónir komandi aldarskiftið. Forsøgnin byggir á, at kvinnurnar í Japan fáa 1,35 børn í meðal.

Í forsøgnini, sum vælferðarmálaráðið í Tokyo almannakunger, stendur eisini, at jarðskjálvtin og flóðaldan í fjør hava ávirkan á livialdurin hjá japanum. Roknað verður við, at í 2060 fara menn at liva 86,39 ár í meðal og kvinnurnar 90,93 ár.