Fólkatónleikur við útlendskum bólkum

Frá 16. juli til 20. juli skipar Føroya Fólkatónleikarafelag fyri tónleikarstevnu við nógvum áhugaverdum føroyskum og útlendskum nøvnum. Eisini er spennandi konsert á Gøtusandi á skránni

Á stevnuni hesuferð verða bólkarnir Cullivoe Fiddlers úr Hetlandi, Færd úr Danmark og Bretlandi, duoin Desislava Dimcheva og Valeri Dimchev úr Bulgaria. Harumframt vera Niels Midjord, Helgi Midjord, Denise Andersson og Spælimenninir úr Føroyum.

Útikonsert á Gøtusandi
Um tað viðrar verður eisini ein rokk- og fólkatónleikakonsert á Gøtusandi tann 19. juli. Konsertin er fyriskipað í samstarvi millum Fólkatónleikarstevnuna og samtakið Grót. Á hesi konsertini vera bólkarnir Clickhaze, Enekk, M.C. Hár, Dimchev duoin og einstaklingarnir Hanus G. Johansen og Søren Søgaard.
Skráin fyri hesi tónleikastevnuni sær tískil sera spennandi út, og konsertin á Gøtusandi er tað stóra tiltakið hesuferð. Har fer áhoyrarin at uppliva nýmótans rokktónleik og traditionellan fólkatónleik á somu konsert.